-Tíðin er komin til semju

-Eg vóni, at maðurin kemur til fornuft aftur og kemur niður á jørðina, so tað ber til at tosa andlits til andslits um hatta málið, tí tað tænir ongum endamáli, at ein floksformaður liggur og garterar uppá henda mátan í fjølmiðlunum og m.a. leggur upp til slit sigur Tórbjørn Jacobsen. Í samrøðu við Sosialin leggur hann kortini á borðið og greiðir frá, hvussu illstøðan er íkomin í flokkinum

Innanhýsis floksstríð


Eftir at tjóðveldistingmaðurin, Tórbjørn Jacobsen í tveimum lesarabrøvum í Sosialinum hevur funnist at sínum floksformanni Høgna Hoydal fyri úttalilsi hansara um familjurættarmálini og harímillum spurningin um tey samkyndu, gjørdi Høgni Hoydal týsdagin í miðlunum greitt, at hann ikki longur hevði álit á floksfelaganum, og at atfinningarnar hjá Tórbirni Jacobsen nú eru orsøkin til slit teirra millum. Hann róði eisini framundir, at hetta málið kundi fáa avleiðingar fyri støðuna hjá tingmanninum í flokkinum. Tað var so upp til aðalstjórnina at meta um.

Hesi seinastu úttalilsini hjá Høgna Hoydal fáa nú Tórbjørn Jacobsen enn einaferð at taka blaðið frá munninum. Í hesi samrøðuni við Sosialin leggur hann "øll" kortini á borðið og greiðir frá øllum málinum: hvussu tað er íkomið og hví hann hevur borið seg at, sum hann hevur gjørt. Hann vil við hesum eisini siga, at tíðin er komin til semju í málinum. Men fyri at øll skulu vita, hví hann legði so harðliga og kontant út í lesarabrøvum, og hvat eisini er hansara demokratiski rættur og skylda, so er ein neyv gjøgnumgongd av málinum neyðug. Og tað er hana, sum hann hevur í hesi samrøðuni.

Høgni byrjaði
Tórbjørn Jacobsen sigur, at uppfatan hansara av hesum málinum er tann, at tað er formaðurin í flokkinum, sum er byrjanin til alt hetta málið. Tað er hann, sum er farin út við nøkrum, sum hann ikki átti at verið farin út við, nevniliga tá hann í fjølmiðlunum úttalaði seg um alt familjurættarmálið, uttan á nakran sum helst hátt at hava ráðført seg við tingfólkini. Har byrjar málið.

-Men kann ein floksformaður ikki úttala seg um eitt slíkt uttan at skula spyrja sínar tingmenn áðrenn.

-Jú tað kann hann sjálvandi um flest øll mál, men tá hann veit, hvussu divergerandi ? ymiskar - meiningarnar eru í júst hesum málinum, tá hevði tað verið rættast av einum formanni í hvussu er at viðgjørt málið inni í tingbólkinum, áðrenn hann fer út og úttalar seg alment um tað. Alt tað, sum ein formaður í einum flokki sigur, fellur so ella so aftur á allan flokkin, og eisini á tey, sum eru rúkandi ósamd við hann um júst tað málið.

-Kundi tú ikki sagt hetta við Høgna Hoydal sjálvan heldur enn at fara út í miðlarnar?

-Eg havi sagt tað ótaldar ferðir við Høgna Hoydal, men hann lurtar yvirhøvur ikki. Og fyri at gera eina langa støðu stutta, so bleiv málið við at koyra, og eg valdi at fara út við einum lesarabrævi í Sosialinum um málið fyri líkasum at geva eina ábending um, at tað vóru aðrir vinklar í Tjóðveldisflokkinum uppá hatta málið. Og tingmaðurin heldur fram:

-Og so hendir tað, um tað mundið, at eg skuldi til Álands, at Høgni Hoydal er í sjónvarpinum. Har verður tað so til pástand móti pástandi, har hann sigur, at alt tað hann hevur ført fram í hesum máli var rætt - hóast eg havi fingið váttað frá rættiliga góðum keldum, at alt var rætt, sum eg skrivaði. Entá frá tí persóni, sum sat sum løgmaður, tá Høgni Hoydal umsat familjurættarmálini í Løgmálaráðnum.

Formaðurin átti at funnið semju
Tórbjørn Jacobsen sigur víðari, at ístaðin fyri at royna at finna eina ella aðra semju, sum man skuldi trúð, at ein formaður til eina og hvørja tíð søkir eftir, so tilspíssar man bara málið við, at bæði aðalstjórnin í flokkinum og Eysturoyar Tjóðveldisfelag í óðum verkum fara út við tíðindaskrivum, har tey taka undir við øðrum partinum og líkasum leggja upp til at gera enda á hinum.

-Tann, sum ikki hevði roknað við einum aftursvari aftaná tað frá mínari síðu, hann hevur í hvussu er ikki nógv jørðforbindilsi. Tað var so orsøkin til, at eg skrivaði seinnu greinina í Sosialinum. Og tann greinin endaði so við, at hetta vónandi vóru tey seinastu orðini, sum eg kom at siga í hesum málinum, tí málið byrjaði sum so um ein rættiliga einfaldan spurning og er so endað í nøkrum heilt øðrum. Nú er tað endað í einum persónsmáli.

Tórbjørn Jacobsen hevði so væntað, at stig blivu tikin innanflokka til at fáa skil á viðurskiftunum.

-Eg veit og eg eri uppringdur av fólki rættiliga ovarliga í flokshierakiinum m.a. tingmonnum, sum hava gjørt ógvuliga stórar royndir fyri at fáa glið á málið. Og eg segði beinanvegin við teir mánamorgun, tá teir ringdu, at tað skuldi ikki skorta uppá vilja frá mínari síðu. Eg haldi ikki, at hatta málið skuldi viðgerast meira í fjølmiðlunum, tí nú var tað blivið eitt reint persónsmál millum persónar í flokkinum, sum bara kundi loysast við, at teir báðir persónarnir hittust møguliga við einum objektivum orðstýrara.

Tórbjørn Jacobsen sigur víðari, at tað var tað signalið teir fingu beinanvegin frá sær og hevði hann skilt signalini rætt líka til í týsdagin - tá hann kundi fara inn á internetdimmuna - so var formaðurin eisini sinnaður til ta loysnina. So má okkurt vera hent rættiliga knappliga, tí nú velur Høgni Hoydal at fara í Dimmalætting og siga, at hann hevur kvett alt samband við meg. Tað gongur heilt móti tí signalinum, sum eg annars hevði fingið frá teimum, sum høvdu roynt at fáa seming í málinum.

Tað harmar tí Tórbjørn Jacobsen almikið, at ein floksformaður er so lítið semjusøkjandi, at hann ikki roynir at fáa flokkin samskipaðan men heldur situr og samskiftir við sín egna flokk gjøgnum fjølmiðlarnar.

-Men tað eru so tey, sum halda, at tú sjálvur er farin í fjølmiðlar við eini innanhýsistrætu?

-Fyri mín part var alt hatta yvirstaðið fríggjakvøldið, tá greinin hevði staðið í Sosialinum. So var tað gloymt fyri mítt viðkomandi, og tá er bara eitt, sum er avgerandi, og tað er, at friður fæst í flokkinum. Og tað hevði eg fingið varhugan av, at menn høvdu fingið formannin til at skilja. Men hann hevur so broytt støðu knappliga og fer fullkomiliga í offensivin aftur. Men eg vóni sum sagt, at maðurin kemur til fornuft aftur og kemur niður á jørðina, so tað ber til at tosa andlits til andslits um hatta málið, tí tað tænir ongum endamáli, at ein floksformaður liggur og garterar uppá henda mátan í fjølmiðlunum.

Hevði einki annað val
-Men tænti tað nøkrum endamáli, at tú sjálvur fór út og kallaði formannin fyri manipulator og lygnara í lesarabrævi?

-Trupuleikin var tann, at eg fekk einki annað gjørt. Tí eg havi tíggjutals ferðir sagt við hann, at hann skal ansa sær heilt ótrúliga væl við júst tí málinum, sum tað byrjaði við. Og tað bleiv ikki lurtað eftir nøkrum. Tað eru eisini aðrir tingmenn, sum hava sagt tað við hann. Tí situr man við eini merkiligari kenslu av, um tað eru ikki tey fólkavaldu í flokkinum, sum stýra ella onkur annar, tá man yvirhøvur ikki lurtar eftir tingmonnunum.

-Hevur Tórbjørn Jacobsen uppbakking í flokkinum hjá sær?

-Tað veit hann ikki.

-Men tann broytingin í støðuni hjá Høgna Hoydal týsdagin, tá fáast skuldi at vita, um tað bleiv fólkatingsval ella ikki, kann hon hava nakað at gera við, at fólkatingsval ikki varð útskrivað? Tvs. at hevði fólkatingsval verið útskrivað, so hevði hann viljað havt eina semju við teg fyri at verða afturvaldur? Tá fólkatingsval kortin i ikki varð útskrivað, kann tað so hava ført til slitið?

-Tað er í hvussu er nokkso páfallandi, at samrøðurnar, sum eru gjørdar við føroyskar fjølmiðlar týsdgin, eru aftaná, at Anders Fogh Rasmussen hevði verið á røðarapallinum. Tað virkar í so ráksnúgvið.

Veikur?
-Stendur tú ikki veikur í flokkinum nú?

-Tað havi eg onga hóming av. Eg eri nokk soleiðis samanskrúvaður, at eg eri ikki ein av teimum persónunum, sum hevur nógvar ryggjaklappararar og papageykar rundan um meg. Og tað skoyti eg ikki um at hava heldur. Tað trívast eingir subkulturar rundan um meg heldur, og tí trívist eg við at standa rættiliga einsamallur. Og kann harvið best siga mína meining bæði um eitt og annað.

-Tú sigur í tínum seinna lesarabrævi, at tú hevur fleiri hondgranatir í skápinum, um tað skuldi komið so langt. Hvat eru tað fyri hondgranatir?

-Tað fer tíðin at vísa.

-Fólk halda, at tað ikki bara kann vera hetta eina málið, sum hevur fingið teg at fara út við hesum alment. Útvarpið spurdi Høgna Hoydal týdagin, um ikki hetta eisini hevði nakað at gera við fíggjarviðurskifti hjá Fregnum og lønina hjá fólkatingsformanninum. Hesum sýtti hann fyri.

-Eg hoyrdi, at Helgi Jacobsen nevndi tað í einum spurningi, og kann eg bert siga, at hatta var rímuliga logiskt hugsað av Helga. Aðra viðmerking havi eg ikki.

Tætt samstarv slítur
-Men eru tað kortini ikki eisini onnur viðurskifti, sum hava gjørt, at tú er farin so ógvuliga út ímóti formanninum?

-Tað er møguligt, at eitt so tætt samstarv, sum hevur verið, slítur uppá báðar partar. Tað ger tað væl altíð. Men hetta málið byrjaði sum sagt við, at eg gjørdist rættiliga irriteraður um tað, at ein floksformaður fer út og meira ella minni úttalar seg generelt í einum máli, sum tað er djúp, ja sera djúp ósemja um í flokkinum.

-Merkir tað, at tá tú fer út við hesum málinum júst nú, so hevur tað eisini nakað við komandi kommunuvalini at gera ? at úttalilsini hjá formanninum kunnu skaða tjóðveldisfólk, sum stilla upp til kommunuvalini?

-Mín vinkul í tí málinum var heilt greitt: at tað var neyðugt, at onkur tjóðveldismaður, sum sat rímuliga ovarliga í systeminum, fór út við einum øðrum vinkuli enn tí, sum formaðurin hevði verið úti við, í mestan mun fyri at bjarga flokkinum og uttan fyri Suðurstreym, tí kultururin á bygdunum og í høvuðsstaðnum er so øgiliga ymiskur. Soleiðis er tað so nógva staðni. Og tí má ansast betur eftir, hvat man gongur runt og sigur.

-Men tjóðveldisfólk hava oftani vart minnilutar, er tú nú bangin fyri, at flokkurin skal hava eina jaliga støðutakan til eitt nú samkynd?

-Eg taki sjálvur undir við skrásettum parlagi. Tað er ikki mítt problem. Men tað eru sera nógv tjóðveldisfólk, sum ikki taka undir við tí. Og hví skal tann parturin av flokkinum onga rødd hava og hví skulu tey ikki kunnað verða hoyrd í flokkinum.

Tórbjørn Jacobsen heldur, at nú er tíðin komin til at finna eina semju í hesum málinum. Hann er í hvussu so er opin fyri eini slíkari.