Tíðin er kanska farin frá Prixnum

Hóast Prix Føroyar hevur havt ómetaligan stóran týdning fyri føroyskan tónleik, so er tíðin búgvin, til at tiltakið verður lagt niður. Tónleikapallurin er nógv mentur og onnur tiltøk hava yvirtikið leiklutin hjá prixnum, heldur Jón Tyril

Ein kreativ veking
- Fyrst av øllum haldi eg, at vit skulu minnast við virðing, hvønn týdning prixið hevur havt fyri føroyskan tónleik. Aftaná kreppuna haldi eg at ein nýggj tjóðskaparlig tilvitan í fólkinum stakk seg upp, (hetta skal ikki skiljast flokspolitiskt) sum setti eina nýggja skapandi kraft í gongd á so nógvum økjum. Prixið var ein týðandi partur av hesum ráki, og umboðaði tann tónlistarliga partin, sigur Jón Tyril.
- Áðrenn prixið, var tað so at siga ógjørligt hjá einum bólki, sum spældi egnan tónleik at sleppa framat nakrastaðni. Um tú ikki spældi til dans, so vóru í nógv ár bara Ólavsøkukonsertinar og síðan "Futti á Ferð" eftir, har nýggir og ambitiøsir bólkar kundu spæla sítt egna tilfar, vísur Jón á.
 
- Vit sóu eina kreativa veking, tá ið Prixið av fyrstan tíð fór av bakkastokki. So stóran týdning leggur <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;J?n Tyril í&quot;$?$end$!$Jón Tyril í</st1:PersonName$?$end$!$ Prix Føroyar. Jón hevur vunnið Prix Føroyar sum tónleikari saman við bólkinum Clickhaze og sum viðframleiðari saman við bólkinum Gestir. Jón arbeiðir nú m.a. við at skipa fyri GBOB kappingini.<BR>- Men hóast Prix Føroyar hevur havt ein sera týdningarmiklan leiklut fyri føroyska tónleikin í einum tíðarskeiði, so trúgvi eg at vit eru komin í eitt nýtt tíðarskeið og at tíðin helst er farin frá Prixnum. Vit kunnu sammeta tað við Radio Luxenbourg, sum var sera týdningarmikið í eitt tíðarskeið, men nú eru MTV, VH1, Myspace og mangt annað komin í tess stað. Á sama hátt kunnu vit siga, at onnur tiltøk eru komin í staðin og fylla út leiklutin hjá Prixnum.
Samanumtikið vil Jón vera við, at við festivalunum, GBOB, Planet Awards og mongu konsertunum kring landið er leikluturin hjá Prixnum yvirtikin av øðrum pørtum av føroyskum tónleikalívi. - Prix Føroyar skapti virðing fyri og ein eftirspurning eftir nýgjørdum tónleiki, og hetta hevur sett gongd á onnur ting, eisini í privatum høpi. Tískil síggjast so mong tónleikatiltøk kring allar Føroyar nú  og útboðið er nú so stórt, at tað ikki er sami tøvur á Prix Føroyum longur.
 
Fokus varð flutt
Hóast Jón er góður við Prixið, so heldur hann, at tiltakið spakuliga fór longur og longur skeiva vegin.
- At byrja við var Prix Føroyar eitt tiltak sum setti fokus á tónleikin og talentmenning, men seinasta Prixið/AME tóktist meira at hava sum endamál at skapa sjónvarpsundirhald til familjuna Føroyar. Tað var spell tí tiltakið misti fokus og úrslitið var óheppið.
 
Sambært Jón var prix finalan í 2005 tann keðiligasta av øllum.
- Prixbólkarnir duttu fullkomiliga ímillum tí sjónvarpsshowið var tað mest týðandi. Tað er fínt við sjónvarpi og øðrum miðlum til slík tiltøk, men tað má bara ikki ganga útyvir hini endamálini við kappingini. Tað má haldast fast um endamálið við kappingini og at tónleikurin og tey sum skapa hann er í miðdeplinum, og tey atlitini eiga at vinna, tá ið tað er stríð um áhugamálini Annars missur tiltakið seg sjálvt burtur. Og tað var tað, sum eg haldi hendi við seinasta AME/Prix FO.
 
Ongan praktiskan týdning at vinna Prix FO
Tá ið Clickhaze spældi í finaluni í 2001, var tað lítil ivi um, at hetta var bólkurin sum fór at strúka  avstað við gullheiðursmerkinum. Og so var. Saman við einum vælleikandi rútmubólki sannførdu Petur & Eivør dómarar og áhoyrarar um at hetta var tann besta framførslan tað aprílkvøldið í 2001. Men hvønn týdning hevur tað fyri ein bólk at vinna Prix Føroyar?
- Tað at vinna, hevði í sær sjálvum lítlan og ongan praktiskan týdning. Eg meini, vit vunnu ikki eina rúgvu av pengum ella fingu plátukontraktir ella nakað tílíkt. Vit fóru við fyri at vísa okkara tónleik fram og nýttu tað sum motivatión, at skula spæla til eitt so flott og stórt tiltak við so nógvum fokus rundan um seg. Tað týdningarmesta var helst, at vit fingu høvið at framføra í góðum umstøðum, frammanfyri týdningarmiklum fólkum, sum vóru til staðar í Norðurlandahúsinum. Eg haldi ikki, at vinningarnir í sær sjálvum góvu okkum so nógv. Tað var meira tey sambond, sum vit skaptu okkum umvegis Prix Føroyar. Og tað høvdu vit møguliga kunnað hóast vit t.d. blivu nr 2 ella 3, sigur Jón Tyril.
 
GBOB er framtíðin
Alt meðan Prixið sær út til at verða fortíð, so er altjóða tónleikakappingin GBOB á veg fram. GBOB varð hildið fyri fyrstu ferð í Føroyum í fjør, og tiltakið eydnaðist væl. Bólkurin Marius vann føroysku tjóðarfinaluna, og stóð seg heilt væl í altjóða finaluni í London.
- Tað er faktiskt góður møguleiki hjá einum føroyskum bólki at vinna altjóða GBOB, sigur Jón. Marius var millum teir allarbestu í London í fjør, og um teir høvdu verið eitt sindur meira ósmædnir ella pallvandir er stórur møguleiki fyri at teir høvdu farið allan vegin, sigur Jón. Vinningurin er $100.000 (ella á leið 600.000 kr) og ein heimsturné, so hetta er ikki smávegis vinningur.
 
Fyri føroyingin er tað kanska serliga áhugin millum fjølmiðlarnar, sum ger Prix Føroyar tiltakið so stórt. Men hvussu er fjølmiðlaáhugin fyri GBOB?
- Áhugin er sera stórur og vit hava longu fingið váttan frá Útvarpinum, at teir senda beinleiðis frá tjóðarfinaluni í Føroyum. Vit høvdu eisini eitt gott samstarv við miðlarnar í fjør, men um so er, at Prix Føroyar, sum jú kravdi sera stóra orku frá Kringvarpinum, ikki verður aftur, so vóna vit sjálvandi at nakað av tí leysgivnu orkuni verður lagt í at fylgja serliga væl við eitt nú GBOB. Tað hevur nógv at siga fyri at skapa áhuga fyri tiltakinum og harvið luttakandi bólkum millum fólk, sigur Jón.
GBOB verður í tíðarskeiðum 12-14. oktober í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.