Tíðin er farin frá staðbundnum nevndum

Tórshavnar býráð eigur til kom­andi val at taka av tær staðbundu nevndirnar, sum eru í øllum bygdunum, ið hava lagt saman við Tórs­havnar kommunu. Tíðin er far­in frá hesum nevndum, sum í dag at kalla bert gera mismun á borgarum í komm­un­uni.

Annfinn Brekkstein
www.brekkstein.com

Hesar nevndir vóru part­ur av sa­man­legg­ing­ar­sát­t­mál­u­num, sum vórðu gjørd­ir, og endamálið við teimum var tá,at tær skuldu kunna, ráðgeva og veg­leiða býráðnum í ymsum mál­um. Men nú hevur hetta fyr­i­brigdi útspælt sín leiklut, og ásannast má, at tíðin er farin frá hesum nevndum.
Skulu allir borgarar fáa eins viðferð, so skulu fólk í ymsu býarpørtunum í Havnini eisini hava stað­bundn­ar nevndir, so tey hava sama møguleika at kunna, ráðgeva og vegleiða, hvørja ferð okkurt hendir í teirra nærumhvørvi, ið hevur upp­i­borið viðgerð á sama hátt, sum tá okkurt hendir í bygdunum í kommununi.
Tað stendur einum og hvørj­um greitt, at skal ein slík javnvág gjøgnumførast, so fáa vit eina endaleysa røð av staðbundnum nevndum, og tað er væl ikki meiningin. Spurningurin er eisini, um hesar nevndir eru objektivar og siga fólksins meining, ella um tær eru subjektivar og merktar av eintáttaðum og snævurskygdum mein­in­g­um, sum tær ikki tæna fjøld­ini, men bert ávísum borg­arum.
Tarnandi millumlið
Ein annar spurningur er eis­ini, um hesar nevndir ikki bert eru eitt tarnandi mill­um­lið, ið ger sítt til, at nógv mál verða nógv seinni av­greidd, enn tey annars høvdu verið. Um eitt nú ein umsókn kemur av Velbastað, so skal staðbundna nevndin siga sína hugsan, áðrenn mál­ið verður sent víðari til fyr­i­sit­ing­ina, sum síðani beinir tað í nevnd.
Øll henda tilgongdin kann lættliga taka eitt hálvt ár, meðan tað gongur mun­andi skjótari, um talan er um borgarar í Havn, sum ikki skulu umvegis eina stað­bundna nevnd. Kem­ur ein umsókn frá ein­um havn­ar­borg­ara, so kann málsviðgerðin byrja bein­an­veg­­in í viðkomandi nevnd hjá Tórshavnar býráði.
Vit kunnu sostatt staðfesta, at her verða borgararnir ikki viðgjørdir eins og fáa ikki somu rættindi, men í staðin er viðgerðin tengd at, um tú býrt í einari av bygdunum ella í sjálvari Havnini. Tí er púra greitt, at staðbundnu nevnd­irnar als onga nyttu gera og eiga at verða tiknar av, tí fólk­a­valdu býráðslimirnar eru jú valdir til at umboða alt fólkið í nýggju Tórshavnar komm­unu, óansæð hvar í komm­ununi tú býrt.
Allir borgarar í teimum gomlu kommununum, sum hava lagt saman við Tórs­havnar kommunu, eru nú borgarar við somu rætt­ind­um og somu skyldum sum hinir allir aðrir borgarar í komm­ununi. Tí veruleikin er jú, at bygdirnar í dag eru ein býlingur í Havn!