Jacob Eli S. Olsen verður næsti formaðurin í Føroya Lærarafelag, eftir at Herálvur Jacobsen leggur frá sær á komandi aðalfundinum. Jacob Eli S. Olsen er einasti persónur í uppskoti til sessin.
Á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum liggur í dag ein grein, sum komandi formaðurin hevur skrivað um fólkaskúlan. Har sigur nýggi formaðurin, at námsætlanirnar eiga at dagførast.
- Tíðin er langt síðan farin frá teimum, og tær eru ein forðing í dagligu undirvísingini, sigur Jacob Eli S. Olsen. Hann sigur hetta sum liður í einum størri kjaki um ætlaðu broytingarnar í fólkaskúlalógini, har ætlanin er at seta fleiri lærugreinar inn, men uttan at hækka tímatalið, ja, møguliga at skerja tað.
Hann skrivar at fólkaskúlin broytist javnt og samt við tíðini, og hann heldur, at vit eiga at fara væl um hann og geva honum teir karmar, hann av røttum eigur.
- Stórur munur er á fólkaskúlatilboðnum nú, og tá ið eg byrjaði sum næmingur í 1979, ella sum lærari fyri 19 árum síðan. Fólkaskúlin broytist, um so vit gera nakað ella ikki. Fyri at fáa tann fólkaskúlan, ið vit ynskja, at hann skal vera, so at hann er búgvin til framtíðar avbjóðingar, so eiga vit eisini í felag at meta um og gera tillagingar í fólkaskúlanum, skrivar Jacob Eli S. Olsen í Skúlablaðnum.
Hann vísir til aðalorðaskiftið um fólkaskúlanum, sum var í løgtinginum fyrr í vár. Eitt av broytingaruppskotunum til fólkaskúlalógina er at seta eina lærugrein afturat inn í hádeildini, tó uttan at hækka tímatalið. Hetta merkir so, at onkur onnur lærugrein má lúta, fyri at rúm skal vera fyri samfelagsfrøði.
- Hendan broyting krevur, at námsætlaninar fyri einstøku lærugreinarnar eisini verða endurskoðaðar samstundis. Brot 3 í námsætlanini fyri hvørja lærugrein tilskilar undirvísingartímatalið hjá lærugreinini og førleikamálini fyri eina lærugrein, ella innihaldið í lærugreinini, er síðan tillagað, so tað samsvarar við tímatalið, ið ætlanin er bygd á, skrivar hann og vísir á, at eitt annað broytingaruppskot er at skerja tveir tímar av undirvísingartímatalinum til annað virksemi í flokkinum.
- Um hesar báðar broytingar verða samtyktar, so kunnu næmingarnir hava eina lærugrein fleiri og tveimum undirvísingartínum færri um vikuna. Tað er órímiligt at krevja av lærarunum og næmingunum, at teir skulu náa størri setning við færri undirvísingartímum. Tí mugu myndugleikarnir hava nýggjar námsætlanir klárar til hvørja lærugrein, um hesi broytingaruppskot verða samtykt, skrivar hann.
- Eg heiti á landstýrisfólkið og løgtingið at hava eitt vakið eygað við, hvussu einstøku broytingaruppskotini er tengd at restini av gerandisdegnum í fólkaskúlanum, og at seta orku av til at gera samsvarandi broytingar um neyðugt. Afturat hesum, so eiga námsætlaninar í fólkaskúlanum at verða dagførdar, uttan mun til hvat annað hendir. Tíðin er langt síðan farin frá teimum, og tær eru ein forðing í dagligu undirvísingini, sigur Jacob Eli S. Olsen.