Tey, sum vita nakað um ES og regluverkið, sum har er galdandi, vitstu eisini, at Olli í sínum villasta hugflogi aldri hevði funnið uppá at sagt næstformanninum í løgtingsins uttanlandsnevnd, sum er fyrrverandi løgmaður, tingformaður og fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, at føroyingar fóru at fáa sersømdir í fiskivinnumálum, um so var, at vit ynsktu at gerast limir í europeiska samveldinum ES. Maðurin tosar finskt, svenskt, týskt, franskt og eingilskt mál, harvið skuldi ongin orsøk verið til, at hann er vorðin misskiltur.
Hóast Edmund tykist at hava tapt, í fyrstu atløgu, so er málið als ikki so einfalt kortini. Gamla stríðið í Sambandinum er á ongan hátt av, og nú er tað bara ein spurningur um, hvør vinnur miðvøllin og hvussu kringir áleypararnir vera við sparkiteknikkinum, í døgunum sum nú koma. Málmansevni kunnu ikki brúkast. Dagsskráin í stuntinum var hvørki Olli, ES, EFTA ella føroyskur fiskivinnupolitikkur. Dagskráin var heldur, at lokka løgmann út á eina eirindaleysa glíðibreyt. Í eina snaru. Fellu. Ein liður í fraktiónsstríðnum um valdið í Sambandsflokkinum. Nú skal bræsni oddvitin grillast, meðan hann situr og hugnar sær á sjálvum piedestallinum úti á Tinghelluni, skoðandi yvir alt tað fitta fólkið, sum í landinum býr.
Tað eydnaðist til fulnar. Kaj Leo leyp við báðum beinum á bláman, við bindi fyri eyguni, táið hann kallaði allan fjølmiðlaheimin til fundar á Panorama - sum formaður í Sambandsflokkinum. Sjálvur setti hann fundin, og beyð øllum at vera vælkomin, og á skíggjanum ígjárkvøldið sóust øll tey tyngstu koryfe´ini, herurin av intrigantum guerilleros, hjá afturhaldsflokkinum, í eini trivaligari kjøtrond kring sláturlambið. Skeiva smílið hjá Mr. Dahl, táið hann teskandi doseraði einhvørji ráð og brøgd inn í annað oyra á tjóðveldisformanninum, avdúkaði ikki so lítið av ætlanini við hesum merkiliga raidinum - heilt frá morgunstundini. Táið løgmaður hevði introduserað, slapp bridgespælarin framat. Speak to the nation. Entertainment fyri allar pengarnar, og sjálvandi vitsti løgmaður um innihaldið í kunningini á einum fundi, sum hann sjálvur hevði skipað fyri.
At Høgni Hoydal ikki slapp framat við sínum spurningum, var tilvitað. Stuntið og gyklið máttu undir ongum umstøðum avdúkast á fundinum sjálvum, táið hann sjálvsagt, serliga sum fyrrverandi uttanríksráðharri og núverandi fólkatingslimur, kundi beint fyri kvettætlanini í Sambandsflokkinum, á sjálvum fundinum. Alt kundi tá farið í vaskið, tí var tað alt umráðandi, at hann var ómælandi, nú palltjøldini vóru drigin frá, og monologurin og komedian skuldu spælast á scenuni, sum var sett einar seks hæddir omanfyri asfaltið á Áarvegnum. Tað ræður um at hava luft undir veingjunum, táið flogið er so ørandi høgt.
Tað er skilagott av MJE-fraktiónini, at hon hevur sett Edmund til hesa vágasomu atsøkn. Hann er somikið til aldurs komin, at hinir báðir hava eina politiska framtíð, eisini táið hetta stríðið er lokið. Hann fær eina góða millión krónur um árið, frá donskum vaskikonum og skorsteinssóparum, umframt donsku og føroysku tingamannalønina, til m.a. at skriva lesabrøv fyri, tó ikki til hetta virksemið, ið hann nú er farin undir, tað hava fleiri danskir flokkar kent ringan sviða av, og tí koyrir hann helst í meira lagi skeivu megin eggina í løtuni. Men tað tykist Per Højgaard at leggja líka í. Og hví skuldi hann annað? Soleingi taxametrið koyrir, so er tað eitt feitt fyri hann. Hann hevur onga ábyrgd av hesum sirkusinum, ger bara sítt lønta professionella arbeiði, hóast fjølmiðlaráðgevin hjá Eik-Bankanum kom sær í ein ávegis tronga, nú Ólavur í Beiti á Vágaportalinum hevur avdúkað hann við dokumenteraðum tilfari - at kalla nektaðan. Portalurin hjá Ólavi hevur nevniliga teldupostar á skíggjanum, har spinndoktarin heitir á sambandsskrivaran við einglaveingjum, Helga Abrahamsen, um at strika upprunan í meylunum, uppruna avsendaran, har hesin greitt hevur lagt strategi´ina fyri hendan nú so famøsa fundin hjá Sambandsflokkinum. Hann skuldi ikki lagt í, táið spor hansara ikki eru meira duld enn tað, at kervið á Christiansborg kann upplýsa teimum, sum eru fregnandi, soljóðandi upplýsingar:
Per Højgaard
Fornavn:
Per
Efternavn:
Højgaard
Stilling:
Pressemedarbejder
Gruppe:
V
Enhed:
Pressetjenesten (V)
Kontor:
3-068
Lokalnummer:
4607
E-mail:
HYPERLINK "mailto:Per.Hojgaard@ft.dk" o "mailto:Per.Hojgaard@ft.dk" Per.Hojgaard@ft.dk
Billedoversigt:
HYPERLINK "javascript:void(GotoPhonebookOverview('%7b0362B0A5-CBA7-48AE-8CCA-492350508D88%7d'));" o "javascript:void(GotoPhonebookOverview('{0362B0A5-CBA7-48AE-8CCA-492350508D88}'));" Pressetjeneste - vis alle >
Brugernavn:
vperh
SMS-nummer:
+4561624426
Fax:
33894607
Sekretær/sekretær for 1:
Edmund Joensen
Sekretær nummer 1:
4590
Firma:
Folketinget
Gade:
Christiansborg
Postnummer:
1240
By:
København K
MJE-fraktiónin hevur valt sær uttanríkispolitikkin sum ABC-samgongunnar akkilleshæl. M.a. tí, at teir ikki trívast í herskna rákanum frá tí sermerkta merkantila hurpalinum, sum umsitur tað ráðið. Næstformaðurin í løgtingsins uttanlandsnevnd sigur seg hava tosað við víðkanarkommiserin um føroyskan ES-limaskap. Jørgen Niclasen dyrgir eftir EFTA-limaskapi, og vil ikki vita av Felagsmarknaðinum. Vinnumálaráðharrin sigur føroyskum vinnuáhugamálum, at handilsstongsilin í Russlandi er ein trupulleiki, sum vinmaðurin Edmund skal taka sær av, sum limur í fólkatingsins uttanlandsnevnd, og Edmund blástemplaði hesa útsøgnina í fjølmiðlunum í gjár. Síðani fer vinnumálaráðharrin á fund við ein russiskan handilsattaché í Keypmannahavn um sama mál. Annars ein komiskt stigveldisskipaður vavstur. Eftir tað ynskir Kaj Leo ikki at luttaka í einum kjaki í sjónvarpinum, um europapolitikkin hjá samgonguni, tí sum hann málbar seg í undanberingini, hann var samdur við Jørgen um alt, eisini áðrenn hann vitsti, hvørjar hugsanir seyrvingurin fór at leggja fram fyri hyggjarunum. Í tinginum tók dirvisloysið tó fullkomuliga yvirhond, táið hann ikki helt seg til at svara spurningum frá andstøðuni um sama mál. Og í gjár kom so klimaksið í seytjanda potensi. Táið formaðurin í Sambandsflokkinum útbasuneraði, at fundurin á Panorama var alneyðugur, tí nú ráddi um ikki at gita, nú ráddi um at vita. Og ta lívsneyðugu vitanina skuldi trojanski hesturin, Edmund Joensen, servera fyri føroyingum. Eftir útsagnum frá skrivstovuni hjá Olla Rehn í gjárkvøldið, var hendan lívsneyðuga vitanin avdúka sum ein loddrøtt kolasvørt lygn, eitt stórt bluffnummar.
Nú halda øll, at góð ráð eru dýr, men tað hendi í veruleikanum ikki annað enn, at nú stendur áleið á jøvnum ímillum partarnar. Edmund Joensen hevur samsvarandi skrivaranum hjá víðkanarkommiserinum, Olla Rehn, logið fyri Føroya fólki, og tað sum verri er, Føroya løgmaður hoppaði í sínum himinrópandi naiviteti uppá íspunna fótongulin, sum skuldi vísa seg at vera gykl úr enda í annan. Spennandi verður nú at frætta, hvussu journalistarnir fara at handfara málið. Torir nakar fram eftir degi at spyrja Edmund, hví hann tilvitað leyg fyri Føroya fólki, og dittar nakar sær at spyrja Kaj Leo, um eitt land kann hava ein politiskan oddvita, hvørs politiska útsýnið er somikið kámað, at hann ikki hevði kunnað verið sleptur leysur í einum arabiskum bazari?
Veit ikki nær hesin fundurin hjá Olla og Edmund hevur verið, tað ljóðaði næstan á skrivaranum, sum høvdu teir sitið í einum ófýsiligum spísikamarið onkustaðni inni á meginlandinum, og telvað ein nýggjan europeiskan fiskivinnupolitikk til sættis. Hetta mátti tó frá upphavi vera eitt politiskt paradoks, ein heimabryggjaður tankatoskur, tí hin 24. apríl í ár, var eg saman við fólki frá Fiskimálaráðnum og Sendistovuni í Bruxelles á fundi við ES-kommiserin í fiskivinnumálum. Eftir eitt ávíst samskifti við skotskar ES-parlamentarikarar, sum ynskja broytingar í europeiska fiskivinnupolitikkinum, ynskja at hesin politikkur verður delegeraður útaftur til limalondini, at reka suverent, var spurt um hesi viðurskifti, og hvussu tey fóru at verða skipað í framtíðini. Ein ógvuliga fryntligur Joe Borges gjørdi púra greitt, at í so máta vóru ongar ætlanir, yvirhøvur, á breddanum. Hitti hann aftur suðuri á Malta, ein mánaða seinri, og heldur ikki tá vóru nakrar ábendingar um, at hann ella kommisiónin høvdu aðrar ætlanir, enn at halda rimmarfast um verandi rikna fiskivinnupolitikkin í ES-samveldinum.
Annars eiga øll at leggja sær í geyma, at Edmund Joensen og Sambandsflokkurin tosa als ikki um føroyskan limaskap í ES-samveldinum, teir tosa um ein danskan limaskap í ES-samveldinum fyri Føroyar. Tað málið loysist lættast við, at Kaj Leo ringir til vinmannin í forsætismálaráðnum í Keypmannahavn, linjurnar ímillum løgmansskrivstovuna og statsministeriið eru glóðheitar frammanundan av politiskum ekvivalensi, og heitir á hann, um at fyrivarnini viðvíkjandi Føroyum verða strikað í donsku limaskapstreytunum, ella hann heitir á Edmund um at bera boðini í siglaðum brævi, táið hann aftur fer undir sítt politiska charlatanarí á rískisborgini. Hasin kleyvarskapurin kann ordnast í eini handavending. Og ímeðan sita Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin, sum ryssur yvir deyðum fylum, og hava sáttað seg við, at Kaj Leo á fundi í ”lítlu samgongu” hevur svorið eið um, at hann og Sambandsflokkurin onki sum helst høvdu við ein fund at gera, sum teir samsvarandi øllum keldum høvdu fyriskipað, sum teir høvdu bjóðað inn til, sum Kaj Leo setti, táið hann bjóðaði øllum at vera vælkomnum, og sum hann engasjeraður luttók í - saman við floksins absolutta hierarkii. Alt ímeðan Edmund, sum ein annar Ludvík XIV´di, gongur og brummar orðini: ”L´Etat c´est moi.” Politisk megalomani er ring sjúka, men kann ivaleyst eisini brúkast í royndini, at reiða ból fyri t.d. einum nýggjum formanni á politiska vígvøllinum. Hvussu tann telvingin fer at spæla av í MJE-fraktiónini, tað fer at spyrjast um, áðrenn langt er umliðið.