Jónleif Johannesen, Klaksvík
Jørgen Niclasen sigur við Sosialin 10 juli, at samhaldsfasta ketan hjá fakfeløgunum er gloppin av. Formaður folkaflokksins lastar fakfeløgini fyri, at tey ikki vilja ganga við til sáttmálabrot og lønarsteðg. Avgerðin hjá fakfeløgunum hevði kanska verið ørvísi, um søgan um samfelagssinni var bjartari.
Søgan um samfelagssinni
6. oktober í 1992 fóru Føroyar á húsagang. Fakfeløgini vístu samfelagssinni. Eftir drúgvar samráðingar gingu fakfeløgini í februar 1993 við til ein lønarniðurskurð uppá 8,5 %. Lønarniðurskurðurin skuldi vara frá 1. februar 1993 og árið út.
Tá 1994 nærkaðist fingu fakfeløgini stingin. Løgtingið gjørdi semjuna til lóg. Lønarniðurskurðurin skuldi halda fram frá 01.01.1994 til 01.01.1995.
Í 1995 varð knívurin snaraður. Fakfeløgini skuldu berjast fyri at fáa lønina uppá 0 aftur. Ikki fyrrenn í 1998 fekk eitt nú Føroya Lærarafelag eftir tógvi stríð sama lønarstøði aftur.
Hetta er í stuttum syrgiliga søgan, um tá tey almentløntu og teirra fakfeløg vístu samfelagssinni.
Møguleikin, ið fór
Tann fyrsta oktober í 2008 høvdu politikararnir møguleikan at styrkja álitið aftur millum partarnar. Tey alment løntu høvdu 1.oktober í 2008 eitt reallønarfall áleið 5 %. Men ístaðin fyri at rætta henda skeivleikan, var einki gjørt.
Fakfeløgini onga ábyrd
Fakfeløgini byggja sína støðutakan á ein vælgrundaðan syndarligan søguligan veruleika. Tað var politiski mynduleikin, sum niðurbreyt álitið og tískil eisini hann, sum eigur at byggja uppaftur. Fakfeløgini kunnu ikki handla stórt ørvísi í verandi støðu.