Maud Wang Hansen
Fyri tey, sum ikki hava ráð at gjalda lánini aftur skjótt, kundi hetta verið ein vanlukka.
So leingi samfelagið ikki kann bjóða annan bústarmøguleika enn at fólk keypa síni egnu sethús við hjálp frá bankunum, eigur landstýrismaðurin í fíggjarmálum at hugsa seg væl um.
Tankarnir um at taka rentustuðulin burtur frá fólki, sum eru noydd at sita í egnum sethúsum, tí eingin onnur loysn er til staðar, kemur at gera gapið millum ymisku samfelagsbólkarnar ella lønarklassarnar enn størri. Hetta kemur eisini í nógvum føri at koyra fólk á húsargang.
Vit vita, at stakir uppihaldarar og fólk við lágum inntøkum í fleiri førum sita í egnum húsum, tí tey ongan annan møguleika hava fyri at fáa sær tak yvir høvdið. Summi halda hetta óiva vera ein uppfylltur dreymur, men fyri nógv er tað ein marra.
Nógv fólk búgva til leigu í kjallarum ella í gomlum, illa umvældum húsum og gjalda okursleigu uttan nakrantíð at koma at eiga bert ein lítlan part av køkuni, umframt at tey liva í støðugum ótryggleika, tí tey eingin rættindi hava. Onga nútímans leigulóg.
Tað er sera umráðandi, at politikkarar hugsa um at skapa ein tryggan bústaðarmarknað fyri øll. Eg hugsi serliga um, at stakir uppihaldarar, pensjónistar, einkjur/einkjumenn, sjúk og brekað, at øll, eisini láglønt, kunnu fáa ein hóskandi bústað fyri rímiligan kostnað.
At fáa húsarhaldið at hanga saman við einari inntøku er næstan ógjørligt. Oljan, “lekstetið”, dagstovnarnir, kringvarpið og ikki at tosa um maturin, alt kostar tað sama, um tú ert ein ella tvey at gjalda. Breyð og mjólk, sum eru dagligur kostur, er so dýrt, at børn ofta drekka sodavatn og eta keðiligt breyð. Ein hevur snøgt sagt ikki ráð at gera nóg nógv burturúr heilsugóðum kosti til tey smáu og tey, sum standa í vøkstri.
Tá ið oljuavgjaldið varð lagt oman á kostnaðin fyri at hita síni egnu hús upp, var hetta ætlað sum ein máti at tálma oljunýtsluna. Men hvør hevur ráð at oyðsla við oljuni, tá ið bert ein inntøka skal gjalda hana?
Ikki eg!