Tá ið deyðin er í durunum

Klumma: Tað, sum fólk angra á deyðastrá

Eingin nevndi arbeiði. Eingin segði nakað um bungee jump. Og eingin tók bilar upp á tungu.

Australska sjúkrasysturin Bronnie Ware, sum í nógv ár var um doyggjandi fólk, hevur skrivað eina bók um tað, sum fólk angra, tá ið tey liggja á deyðastrá. Hon byrjaði at skriva um hetta á einum bloggi, men áhugin fyri hennara hugleiðingum var so stórur, at hon nú hevur skrivað eina bók um evni.

“The Top Five Regrets of the Dying” kallast bókin.

“Eg hevði ynskt, at eg var meira trúgvur ímóti mær sjálvum og ikki livdi eitt lív, sum onnur væntaðu av mær”, stendur ovast á listanum hjá Bronnie Ware yvir tað, sum fólk angra í sínum lívi, tá ið dagarnar eru við at ganga undan.

Hini fýra viðurskiftini, sum oftast vórðu nevnd av teimum doyggjandi, vóru:

Eg hevði ynskt, at eg ikki arbeiddi so hart.

Eg hevði viljað, at eg hevði størri dirvi at vísa mínar kenslur.

Eg hevði ynskt, at eg hevði betri samband við mínar vinir.

Og eg hevði ynskt, at eg hevði latið meg sjálvan verið lukkuligari.

Vit læra so leingi, vit liva, verður sagt. Og ivaleyst er tað eisini soleiðis. Tá ið fólk, sum eru komin til tað seinasta, taka saman um sítt lív og vísa á, hvat tey angra, liggur bæði bakklókskapur og lívsvísdómur í tí.

Víst kunnu vit læra okkurt av tí, sum fólk umaftur og umaftur vísa á, at tey angra við sínum lívi, men hinvegin er tað tað lættasta í verðini at verða bakklókur- at gera niðurstøður, tá ið vit kenna avleiðingarnar av okkara valum og vita, hvussu alt endaði.

Tað er ikki eins lætt at standa mitt í lívinum, mitt í valinum, mitt í avgerðini og vita best. Tá skal valið gerast, og vit skulu liva við tí. Og tað er als ikki vist, at tað, sum vit halda verða rætt fram móti endanum av lívinum, veruliga eisini var tað rætta, tá vit stóðu við valinum og tóku avgerðina.

Men kanska kunnu vit í øllum førum gera niðurstøðuna, at tað er ikki skíferian í Fraklandi ella sólferian í Spania, sum er avgerandi fyri lukkuna.