Eg hyggi undir pappírini á køksborðinum, lyfti pútirnar í sofuni og føli í jakkalumman. Hon er burtur. Eg gevi tí ikki stórvegis gætur, "hon man nokk fara og koma afturíaftur", uggi eg meg við.
Tá eg leggi meg, er hon framvegis ikki at síggja nakrastaðni, og eg sakni, at eg ikki hava hana undir liðini á mær. Kanska spæla eitt CandyCrusch við henni, áðrenn eg sovni. Eg líti á, at maðurin vakir meg, nú tá hon er burtur.
Morgun og eg leiti aftur. Nú er saknurin stórur. Er nakað sms komið í nátt? Onkur hevur kanska Whatsappað eina mynd, sum eg vil síggja.
Fari inn á telduna og skal royna snildu loysnina Icloud, sum lovar at finna øll súreplating í heiminum. Hon finnur alt - uttan hana. Nú byrja tankarnir at mala, hvar kann eg hava mist hana? Og hugsa, um onkur annar hevur hana nú - allar myndir, øll loyniorð … hví havi eg ikki kopiera…
Til arbeiðis uttan eina hond. Soleiðis kennist tað íhvørtfall. Eg vil lurta eftir útvarpi, men leidningurin er ov stuttur til at hava í telduni - fái nakkapínu. Leidningurin er gjørdur til hana.
Skal skriva notatir á einum fundi - og má brúka penn. Nær var tað seinast?
Leingist heim og hugsi um hana.
Hon má bara verða heima. Ringi til súreplafyritøkuna, sum sigur, at um eg ikki finni hana í Icloud, er hon nokk burtur. Hann ynskir mær góða eydnu, og tað havi eg brúk fyri hugsi eg.
Ringi við grátinum í hálsinum til mannin. "Tú má koma heim - eg orki onki - eg má kanna, at ongin hevur stolið pengar frá míni bankakonto."
"EG HATI TEKNIKK", endi eg samrøðuna við.
Songin er endavend, sofan upp og niður, pappír liggja um alt gólvið, og tá eg vendi sama bunka, sum eg havi hugt undir minst 5 ferðir, liggur hon har - mín fartelefon. Sum eg hati at elska so nógv.
Eitt sms og eitt Whatsapp. Tað var alt, sum eg hevði verið fyri uttan. Tað bar til at liva uttan hana í eitt døgn. Men tað var also ikki serliga stuttligt!