Tá hini reiða ból og vit bara gráta

Ann Hovland skrivar at undirritaða hevur verið atfinningarsom móti landsstýrinum, og tað er rætt. Men undirritaða hevur ikki, sum AH pástendur, vent atfinningunum móti Rósu Samuelsen.

Hinvegin havi eg víst á manglandi kós og samanhang ímillum vinnu-, fíggjar- og uttanríkispolitikkin hjá landsstýrinum. Og eg havi eisini víst á hvussu ørkymlandi tað er at hava eina stjórn, við so veikari leiðslu.
Tá tað er sagt, skal eg ikki fjala útyvir, at mong við mær undrast um tær sparingarnar, landsstýrið hevur valt at gera á almannaøkinum. Sparingar, ið nærum einki muna á stóra undirskotinum á fíggjarlógini, men sum raka nakrar útvaldar bólkar sera meint. Og tað hevur undrað meg eins nógv, at leiðslan í landsstýrinum ikki hevur stuðlað Rósu Samuelsen og vart almannaøkið betri.
AH má fyri mær gjarna syngja saman niðurlag sum so mong sambandsfólk í hesum døgum, at einki ber til, tí vit einaferð minkaðu blokkin (skattalættarnir hjá ABC og ein kollsigld fiskivinna verða sjálvandi ikki nevndir).
Men vil Ann Hovland veruliga stuðla Rósu Samuelsen, átti hon at kravt nakað av sínum egnu, heldur enn at nýta orkuna at harta tjóðveldiskvinnur. Situr man við leiðsluni í einum landi, er uppgávan at vísa á vegir og møguleikar, í staðin fyri at sáa mistreysti við mantruni “einki ber til, tí tað vóru hini, sum reiddu ból”.