Tú hevur ongan rætt á Facebook

Gjøgnum tíðina eru nógv fólk kring knøttin komin í neyð av sosialum netverkum á internetinum. Í løtuni er Facebook tað, ið fremur mest mannatokka.

Dátueftirlitið vil ikki mæla fólki frá at nýta hesar nógvu møguleikar, men tey ávara fólk, um ikki at lata ov nógvar upplýsingar á Facebook, tí Facebook hevur tilskilað sær rættindi at nýta alt tilfar, ið nakrantíð er komið út á heimasíðuna. Eisini eftir, at tín vangamynd er tikin av síðunum.

Treytirnar, sum tú skalt góðtaka áðrenn tú verður limur, geva eisini Facebook víðfevnandi rættindi

Hesar treytir bera millum annað í sær, at allir upplýsingar, tú leggur út á Facebook, eru vørur, sum Facebook hevur loyvi til at selja víðari.

Sært tú til dømis ein lýsing við teksti við eini mynd, har tú nýtir onkra vøru, so skalt tú ikki vera kløkk, tí tú hevur longu givið Facebook loyvi til at nýta allar myndir av tær, til tað endamál, sum Facebook ynskir.

Hinvegin sendi Facebook í seinastu viku eitt skriv út, har heimasíðan harmaðist, at teir hava hesi rættindi, og at tað ongantíð hevur verið ætlanin hjá heimasíðuni at selja myndir og tekst hjá fólki til nakran triðjapart

Facebook eisini tilskilar sær rættindi at broyta treytirnar á heimasíðuni til eina og hvørja tíð, og hvørja ferð tú innritar teg, so góðtekur tú treytirnar einaferð enn.

- Facebook er nógv kritisera. Í seinastuni serliga av danska brúkararáðnum, tí mann fer so vítt. Facebook er undirlagt kalifornskari lóggávu, og hon er nógv linari enn til dømis tann danska lóggávan, sigur Ingunn Eiriksdóttir á Dátueftirlitinum.


Klagur

Dátueftirlitið fær av og á klagur frá fólki, sum eru komin í neyð av sosialum netverkum.

- Klagurnar koma ofta periodiskt. Til dømis, tá vit í fjør høvdu verið úti á skúlum og greitt frá um vandarnar við Arto. Tá vóru tað heilt nógv, sum bóðu okkum um ráð. Annars er tað ofta, tá fjølmiðlarnir taka evnið upp, sigur Ingunn Eiriksdóttir. Hon leggur afturat, at tað sum oftast eru tey, sum hava verið úti fyri onkrum keðiligum, ella foreldrini hjá teimum, sum spyrja Dátueftirlitið um ráð.


Ver varin

Niðurstøðan í samband við nýtslu av internetinum er sambært Ingunn Eiriksdóttir púra greið.

- Ivast tú, um tú kanst standa inn fyri onkrum, tú hugsar um at leggja út. Lat so vera, staðfestir hon. Dátueftirlitið vil tó ikki mæla fólki frá nýta allar hesar nýggju møguleikar vit hava fingið, men tey leggja stóran dent á, at tað krevst, at vit og skil altíð eru við, tá tú hugsar um at gera okkurt.

- Nýtir tú vanligt vit og skil, so sleppur tú undan trupulleikum í flestu førum, vísir Ingunn Eiriksdóttir á. Hon greiðir somuleiðis frá, at tá tú leggur okkurt út á netið, so skalt tú hugsa um teg sjálvan sum ein blaðstjóra.

- Tað verður altíð tú, sum stendur við evstu ábyrgd fyri tí, ið tú leggur út. Tí er sera týdningarmikið, at tú biður fólk um loyvi, áðrenn tú til dømis leggur myndir av fólki út, sigur hon. Tó vísir hon á, at er tað ein mynd av eini støðu, heldur enn einum menniskja, so kanst tú leggja út, uttan samtykki frá viðkomandi.