Tá Heini og Bárður hittu Esmar

Esmar var í Smiðjuni ólavsøkudag og mong børn nýttu høvi at hitta hann.

Heldur sjáldsom framsýning var í Smiðjuni í Lítluvík hesaferð. Umframt stóru framsýningina hjá Tórshavnar Býarsavni um vatnveitingina í Tórshavn í 100 ár, so var eisini framsýning á loftinum í Smiðjuni við umleið 700 tekningum, sum børn og ung høvdu teknað til Pipar og Salt-teknikappingina hjá Sosialinum.

Væl av fólki sóu framsýningina og hildu fyri, at hetta var eitt gott og forfrískandi tiltak. Endiliga var eisini okkurt, sum børnini kundu síggja og gleðast um saman við foreldrunum.

Ólavsøkudag var so sjálvur Esmar Eysturoy á vitjan í Smiðjuni. Hann signeraði Pipar og Salt-fløgur og tosaði annars við børnini, sum vórðu komin úr øllum herðashornum av landinum at síggja tann veruliga Esmar, tó í Esmarklæðum. Millum børnini, ið heilsaðu uppá Esmar, vóru smádreingirnir Bárð-ur og Heine, sum síggjast á myndunum niðanfyri.