Atlantsflog ber í hesum døgum út faldari í hvørt hús í landinum. orin út í hvørt hús.
Í faldaranum eru ferðatilboð til tey ferðastøð, sum Atlantic Airways flýgur til, so sum Keypmannahavn og Reykjavík alt árið, Aberdeen meginpartinum av árinum, og Billund, Stavanger og London um summarið.
Tilboðini snúgva seg um flogferð og innivist, har til ber at velja millum ymisk hotell, íbúðir, guesthouse, B&B, caravan o.l.
Til ber at leiga bil á teimum ymisku ferðamálnum.
Útferðir og støð, sum eru verd at síggja og royna, eru eisini nevnd í faldaranum.
Sum nakað nýtt í ár verður nú møguleiki at flúgva beinleiðis til London í summar hvønn leygardag í háárstíðini.
Samstundis sum ferðir við Atlantic Aiways verða bílagdar, ber til at bíleggja atgongurmerki til sangleikir, sjónleikir, fótbóltsdystir, o.a. hjá felagnum.