- Havnin, tú – vakrasti býur í heimi, jú.
- Vildi tú – kanska til dømis í Klaksvík búð?
- Tig tú nú – tað kann skjótt blíva títt Waterloo.
- Tí Havnin, tú – hetta er Heðinsa býur, jú.
Soleiðis ljóðaði, tá Heðin Mortensen og ymiskir stjórar í kommununi, fríggjakvøldið fóru á pall á hálsini á Hálli og spældi nýggja lagið ”Havnin tú” í samband við starvsfólkadagin hjá Tórshavnar kommunu.
Tað er ikki ov nógv at siga, at høllin kókaði hesa løtuna, tá borgarstjórin og fyrisitingin framførdu nýggja sangin, sum uttan iva fer at liva í minninum hjá teimum hjástøddu í nógv ár.
Til ber at hoyra sangin við at trýsta á myndina.