Hanus Samró
Løgtingslimur fyri Fólkaflokkin
-----
Í dag var stóri arbeiðsreformurin lagdur fyri Løgtingið. Í millum lógartekstin og almennu viðmerkingarnar, ið eru ótrúliga drúgvar, var tað serliga ein setningur, ímillum hundraðtals orðingar, sum vakti ans:
“Arbeiðið við at fremja rúmliga arbeiðsmarknaðin snýr seg… um hugburð”
Hugburður
Reformurin snýr seg um hugburð mótvegis samfelagnum, mótvegis okkara medmenniskjum, ja, reformurin snýr seg um okkara hugburð mótvegis persónum, ið hava øðrvísi avbjóðingar.
Verður hugt efitr skipanini, soleiðis sum hon er sett saman í dag, verður hon bygd upp á eina læknaváttan, ið sigur, hvat persónurin ikki kann gera. Hetta er ótrúliga niðrandi, tí atlit verður ikki tikið til persónin.
Fyri at siga tað bart út, so er politiski boðskapurin púra greiður: so leingi sum persónar við serligum avbjóðingum fáa pengar, eiga tey at at vera nøgd. Høvuðsboðskapurin í gomlu skipanini er, at tað er synd í teimum við serligum avbjóðingum, tí tey eru ikki egnað at ráða yvir sær sjálvum.
Vilji
Tað er eingini ivi, at ætlanini handan gomlu skipanina var góð, men tíverri er tað nú einaferð soleiðis, at vælvildin speglast ikki aftur í praktiska arbeiðnum. Tað finnast tíverri dømir um persónar, sum eru í tí almennu skipanini, ið royna at koma á arbeiðsmarknaðin, men har skipanin ikki loyvir tí.
Niðanfyri er eitt dømi um ein persón, ið er undir endurbúgving, sum ynskir at sleppa á arbeiðsmarknaðin, men har Almannastovan grundgevur fyri, hví persónurin ikki sleppur á arbeiðsmarknaðin.
Tað er júst høvuðsreglan, hesin niðrandi hugburður, ið almannaskipanin er bygd á, sum samgongan roynir at broyta.
Arbeiðsfremjandi tiltøk
Vit skulu byggja okkara almannaverk upp á ta høvuðsreglu, at tá ið fólk eru undir almennari skipan, skulu vit eggja teimum at arbeiða. Vit skulu stremba eftir, at fólk við øðrvísi avbjóðingum ikki verða læst fast í skipanini, men harafturímóti virða frælsið hjá einstaka borgaranum. Vit skulu víkja frá javnaðarhugsjónini, har øll eru líka, tí vit eru ikki líka, men vit eru øll harafturímóti líka týdningarmikil fyri samfelagið.
“Arbeiðið við at fremja rúmliga arbeiðsmarknaðin snýr seg…um hugburð”
…har høvuðsreglan ikki forðar, men stimbrar.