Tá Håland setti Gilla og Brann upp á pláss

Erling Braut Håland er nýggja stjørnuskotið í evropesiskum fótbólti – Spyr bara Gilla

Erling Braut Håland er nýggja stjørnuskotið í evropesiskum fótbólti, eftir at hann hevur skorað 21 mál í 16 dystum fyri Red Bull Salzburg í Eysturríki. Sjey av teimum málunum eru komin í Champions League, har hann hevur skorað móti Liverpool, Napoli og belgiska Genk.

 Tað kemur ikki óvast á øll, at Erling Braut Håland kann skjóta nógv mál, og fleiri í einum dysti. Spyr bara okkara egna Gilla Rólantsson, sum í 2018 bleiv settur upp á pláss saman við restini av spælarunum hjá Brann, tá teir taptu 4-0 móti Molde.

Maðurin, sum skoraði øll málini fyri Molde, var tá 17 ára gamli Erling Braut Håland. Og hann gjørdi tað upp á bara tjúgu minuttir. Sum sæst á myndini, so var Gilli Rólantsson á vøllinum fyri Brann Bergen. Norski áleyparin megnaði eisini at skjóta níggju mál í 12-0 sigrinum á Honduras til U20 HM í Póllandi.

##med2##

Nú verður hann settur í samband við Manchester United, har fyrrverandi venjarin hjá honum í Molde, Ole Gunnar Solskjær, er venjari. Í morgin skulu Atli Gregersen, Heini Vatnsdal og Odmar Færø royna at steðga honum í ar skjóta sítt fyrsta landsliðsmál.

EM-landsdysturin millum Norra og Føroyar byrjar klokkan 17 í dag. FM1 byrjar at senda klokkan 15, tá Atli Gregersen er gestur í Fótbóltspanelinum. Frá klokkan 16 verður upptkt beinleiðis av Ullevaal leikvøllinum í Olso. Dysturin byrjar klokkan 17. Aftaná verður 3. Hálvleikur.