Túgvusteinur er ikki longur eitt hósvíksskip. Beint undan Ólavsøku seldi skipsmeklaravirkið MARETEC á Argjum frystilínuskipið Túgvustein til Paamiut í Grønlandi. Tað var Hans Andrias Joensen, reiðari, sum átti Túgvustein.
Túgvusteinur skal nýtast til krabbafiskiskap í Grønlandi. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa at vita søluprísin. Túgvusteinur er 30,50 metur langur og var í fínasta standi, nú hann var seldur. Hann lúkar øll klassa og skipasýniskrøv.
MARETEC hevur úr at gera við at selja skip. Álvur B. Mortensen sigur við Sosialin, at umframt Túgvustein og Beintu, sum fyrr í mánanum varð seld til Namibiu, so hevur skipsmeklarafelagið eisini selt tvey 75 metur long frystifarmaskip úr Hálandi til Fjareystur hendan mánaðin.