Beint fyri døgverða ringdi fólk á alarmsentralin og boðaði frá, at ein bátur hevði slitið og rak fyri vág og vind á víkini í Hósvík.
Tað vísti seg, at Túgvusteinur, sum lá fyri teym á víkini saman við Nim, hevði slitið og fór at reka.
Hann hevur nú borið við land, men løgreglan sigur, at ongin vandi er á ferð, og at tey hava tamarhald støðuni.
Nú er Goliath, sum Thor eisini eigur og vaktar- og bjargingarskipið Tjaldrið, komnir á staðið. Menn eru farnir umborð á Túgvustein og eru í ferð við at seta enda á hann.










