Tógvhandilin Búnin fluttur

Eftir at hava havt opið í skjótt 39 ár hevur tógvhandilin Búnin nú skift búna fyri triðju ferð.

Handlar
Ragnhild Ellingsgaard

Klaksvík, Sosialurin: Tógvhandilin er fluttur frá Klaksvíksgøtu, har hann hevur verið í 9 ár, yvir á Nólsoyar Pálls gøtu.
- Hini hølini skuldu brúkast til okkurt annað nú, og vóru vit tí biðin um at flyta. Men okkum dámar bara heilt væl her; hetta eru eini sera løtt og deilig høli, sigur Amalia Hansen, sum eigur Búnan.

75 ára gomul
Amalia Hansen er 75 ára gomul, men hóast tað stendur hon sjálv í handlinum hvønn dag.
Tó fær hon hjálp av og á frá dóttrini, sum eisini var í handlinum hósdagin, tá vit stukku inn á gólvið.
Amalia hevur í øll árini sjálv rikið handilin, og tað ætlar hon eisini framvegis at gera.
- Vit byrjaðu úti á Stoksoyravegi í 1963. Tá lógu Apotekið og Bankin eisini har um leiðir, men tá tey so fluttu longur heim í býin, so valdi eg bara at flyta við, sigur Amalia.
- Vit vóru so undir Bankanum í eina tíð, til vit í 1993 flutti inn í hølini á Klaksvíksvegi, har vit hava verið intil nú.
Í fleiri ár hevur Amalia eisini selt pakkar við heimagjørdum bróstssukri, og er Búnin vorðin meir ella minni kendur í Klaksvíkini fyri hetta leskiliga bróstsukur.

Nógv fólk
Nógv fólk vóru í handlinum, tá vit komu inn á gólvið. Eitt borð var sett fram, har kaffi og smákøkur vóru bjóðaði fram. Her sótu fólk so og hugnaðu sær, meðan tosað var aftur og fram um uppskiftir, tógv og annað gott.