Tá Gullberg sakk

Lagt til rættis: Rógvi Nybo


Manningin á Gullberg kom í land í Vestmanna um klokkan 19 mikukvøldið, tá Sjagaklettur legði at bryggju. Vit vóru á staðnum og tóku ímóti teimum. Tummas Christophersen, reiðari, tók sjálvur móti endanum, tá Sjagaberg legði at, og var millum teir fyrstu umborð at taka ímóti manningini. Eisini Mikkjal Hammer, reiðari, tók ímóti manningini í Vestmanna. Syrgt var fyri, at kreppuhjálp stóð teimum í boði, tá tey komu at landi.

Fólk á bryggjuni í Vestmanna vóru sjónliga ávirkað av hendingini. Manningin á Gullbergi, sum taldi átta mans og eina kvinnu – herímillum dóttir reiðaran Tummas Christophersen, Durita, sum var stýrimaður, tóktist tó vera rólig og í rímuliga góðum lag eftir umstøðunum, tá tey komu í land.

Onkur av teimum nærmastu vóru komin at taka ímóti, eitt nú við skóm og øðrum til manningina, soleiðis at tey ikki noyddust í land í inniskóm. Skógvar og aðrir lutir eru stundir og umstøður sjálvsagt ikki til at taka við, tá manningin noyddist í yvirlivilsisdraktirnar og síðani umborð á mob-bátarnar.

Tað var beint eftir klokkan 8 mikumorgunin, at boðað var frá, at Gullberg tók nógvan sjógv inn í msakinrúmið og at teir høvdu brúk fyri pumpum. So nógvur sjógvur kom tó inn, at tað skjótt gjørdist manningini greitt, at tey ikki fóru at megna at halda lens. Bert ein góðan tíma seinni, beint eftir klokkan 9, sakk Gullberg, okkurt um 90 fjóðringar norðanfyri Føroyar.

rogvi@sosialurin.fo