Tá Gud verður drigin í politiska runudíkið

Svar til Bill Justinussen

Sjúrður Skaale

Góði Bill!
Eftir at eg var í eini kjaksending nýggjársaftan, hava bæði tú og Jenis givið ilt av tykkum. Ikki so nógv fyri tað, sum eg segði í sendingini, men meira fyri tað, sum tit kasta mær fyri at hava sagt.
Jenis sigur, at eg samanbar ”føroyingar við aðrari hugsan enn hansara egnu um samband millum átrúna og politikk, við teir, sum í Miðeystri m.a. senda seg sjálvan og onnur ósek í deyðan, bert fyri at vinna fram politiskt.” Hetta passar ikki.
Tú sigur meg hava ”snævurskygd, myrk og niðurgerandi sjónarmið um føroyskar politikkarar, bara tí at teir ikki taka undir við umtalaða uppskoti” (altso 266b). Hetta passar heldur ikki.
Tú umrøður Iran og Afghanistan, upplýsir at ”hesi stýri kúga fólkið”, og at ”dømi um vanligar revsingar eru at høggja hond, fingrar, tungu, oyra ella aðrar likamslutir av fólki”. Og so sigur tú ”slíka skipan sigur Sjúrður Skaale, at nakrir føroyskir politikkarar vilja hava at galda fyri Føroyar.” Hetta passar heldur ikki.
Tú sigur at ”Sjúrður helt hánt um, at onkur hevði endurgivið úr aðru Mósebók”. Tað passar ikki. Og so insinuerar tú víðari og sigur, at ”um Sjúrður heldur, at tað t.d. ikki skal vera loyviligt at endurgeva úr Bíbliuni, so fari eg at heita á hann um at vísa mansmót og siga tað hart og týðiliga”. Men eg fari sjálvandi ikki at siga nakað, sum eg ikki meini.
Nú setir sólin sjáldan á kvøldi uttan at bæði tú og Jenis á degi hava sagt, at tit standa á kristnari grund. Eg haldi tað ikki vera serliga kristiligt at siga meg hava sagt ymiskt, sum eg ikki havi sagt, og síðani í eini yvirskrift kalla meg ”Tvitin Sjúrður Skaale” fyri at hava sagt tað.
Men sjálvandi – tað er bara mín fatan av kristindóminum...

Okkurt segði hann...
Treyðugt so – okkurt segði eg í hesi góðu sending, sum kann tykjast ógvusligt. Og nú skal eg greiða frá, hví eg segði tað.
Eg segði m.a. at stríðið um 266B gjørdist ein ímynd av einum yvirskipaðum stríðið um, hvat tað er fyri samfelag, vit skulu hava. Skulu Føroyar byggja á virði sum opinleika, gjøgnumskygni, tolsemi og frælsi hins einstaka, ella skulu vit hava eitt samfelag, sum kann fara at bera brá av teokratiunum (prestastýrunum) í Miðeystri.
Hetta segði eg ikki tí 266B í sær sjálvum hevur nakran týdning í hesum sambandi. Eri sjálvur rættiliga skeptiskur mótvegis hesi lóg, tí eg haldi hana ganga talufrælsinum nóg so nær.
Tað vóru hinvegin tær grundgevingar, sum einir fýra-fimm politikarar á nei-síðuni nýttu í kjakinum, sum fingu meg at hugsa um Miðeystur.
Tú sigur sjálvur, at í teokratiunum í miðeystri ”galda lógir, sum byggja á religiøsar skriftir, tulkaðar av menniskjum.” Tað er rætt. Og tað var júst slík hugsan, ið ávísir politikarar góvu til kennar, tá kjakast var um 266B. Teir tóku sær einarætt at tulka Bíbliuna, og vildu hava eina ávísa lóg at vera í samsvari við hesa tulking. Teir smæddust ikki við at siga, at onnur, ið ikki høvdu somu meining, vóru ímóti Gudi. Teir fóru enntá so langt, at teir, í Guds navni, hóttu við avleiðingum fyri alt samfelagið, um teir ikki fingu sín vilja.
Dømini eru mong, men tá 266B var til fyrstu viðgerð í tinginum, kókaði grýtan fullkomiliga yvir. Hesin tingfundurin minti – serliga tá Jenis av Rana hevði orðið – meira um eina fríggjadagsbøn í eini mosku í Iran, enn um ein fund í einum vesturlendskum parlamenti.
Jenis segði, at stríðið fyri rættindum hjá samkyndum var ein ”uppreistur móti Gudi”, og legði afturat: ”Sigið nei til hetta. Hetta er roynt fyrr. Tað kendasta dømi er tað, sum hendi í Sodoma og Gomorra. Lat okkum ikki uppliva tann dagin, tá vit ganga sum tey. (...) Hetta er alvorligt. Hetta er ikki at spæla við. Ætlar mann at fáa Gud úr samfelagnum, so skal mann vita, hvat mann fær í staðin fyri. (...) Latið okkum takka Gudi við at siga, at í Føroyum skulu framvegis Guds lógir galda.”
Tú veitst væl, Bill, at hetta minnir meira um argumentatiónina hjá einum imami í Pakistan, enn hana hjá einum vesturlendskum politikara. Atferðin hjá fleiri monnum henda dagin bar vissuliga brá av tí, vit kenna úr teokratiskum londum.
Eg segði eisini, at teir ”taka Gud til gísla”. Tað kanska ljóðar grovt – men eg haldi ikki, tað kann sigast mjúkari.

Ein avgudur
Ein annar grovur pástandur hjá mær í sendingini var, at tann ”gudur”, sum hesir menn siga fer at revsa Føroyar um vit viðurkenna samkynd, er ein avgudur. Ein avgudur sum er stoyptur til eitt ávíst politiskt endamál.
Tað segði eg, tí tann veruligi Gud revsar einki land fyri at virða og viðurkenna samkynd. Tvørturímóti.
Nú trúgvi eg ikki at Gud veruliga lønir londum eftir, hvussu tey fara við samkyndum, men um tað er so, so er Guds stigatalva nett tann øvuta av teirri stigatalvu, sum t.d. Miðflokkurin heldur Gud brúka. Í teimum londum, har tey eru góðtikin sum tað, tey eru, hava samkynd fólk skapt frambrot innan bæði búskap, tøkni, tónleik, list og bókmentir. Hesi teljast millum heimsins fremstu lond.
Verri er statt í teimum londum, at hugburður Miðfloksins til samkynd er ráðandi...
At fólk hava fordómar mótvegis samkyndum, er væl skiljandi. Kann ikki siga meg frían fyri tað sjálvur. Men at turka hesar fordómar upp á Gud og kalla teir kristindóm, er eftir mínum tykki blasfemi.

Teokrati er einaræði
Í umrøddu útvarpssending segði Jens Wang, at hann helt ikki Bíbliuna geva nakað eintýtt svar uppá, hvørt vit skulu siga ja ella nei til 266B.
Hesum eri eg púra samdur í. Skriftstøðini eru mong, og møguleikarnir at tulka óendaligir.
Men hugsa tær nú, Bill, um ja-síðan í tinginum hevði verið líka skammleys sum partar av nei-síðuni, og farið at grundgivið við Bíbliuni. Hvat hevði so hent?
Gud sigur nei! hevði onkur sagt.
Gud sigur ja! hevði ein annar svarað.
Og tað ber jú ikki til. Gud kann ikki siga bæði í senn.
Tá Gud verður spentur fyri eina politiska meining, er bara pláss fyri teirri einu meiningini. Tað er orsøkin til, at allastaðni har tað er teokrati, er eisini diktatur. Tá muslimarnir savnast til fríggjadagsbøn, er bara EIN imamur, sum sleppur at útleggja, hvat Koranin sigur um dagsins politisku mál. Sjálvandi. Allah kann jú ikki hava tvær ymiskar meiningar.
Tí er tað so ómetaliga vandamikið, tá politikarar hefta spjaldrið ”kristiligt” á sínar politisku meiningar. Orðaskiftið skeiklast, tá onkur pástendur, at hann umboðar Guds meining. Og tað kann vera til óbótaligan skaða. Ikki bara fyri politikkin, men serliga fyri kristindómin.

Irak-kríggið
Lat meg taka eitt dømi.
Í málinum um 266B hevur Miðflokkurin ligið flatur í stríðnum fyri teimum ”kristnu virðunum” og ímóti tí, sum Jenis nevndi ”uppreisturin móti Gudi”.
Í 2003 var spurningurin um Irak-kríggið fyri á løgtingi. Ein meiriluti gjørdi av at mótmæla krígnum. Men Miðflokkurin og Fólkaflokkurin vóru ikki við. Tit tóku undir við krígnum í Irak.
Hetta kríggj er ein tann størsta mannaskapta vanlukka, sum heimurin hevur sæð í teirri nýggju øldini. Umleið 700.000 menniskju eru deyð, milliónir eru flýdd; har er upploysn og borgarakríggj. Alt álopið bygdi á eina stóra lygn.
Og tað hendir við moralskum stuðli frá flokkinum, sum sigur seg berjast fyri Gud og kristindóm.
Sambært Miðflokkinum sigur Gud altso ja til blóðbaðið í Irak, men nei til 266B í Føroyum... Sært tú, at hetta er blasfemi, Bill? Sært tú dupultmoralin?
Hetta ljóðar kanska eisini grovt, men tað eru tit, sum hava sett tykkum á tann høga hestin, og tað eru tit, sum draga Gud niður í tann mangan skitna politiskan bardagan.

Dálkaður kristindómur
Eg havi búð í Spania. Har ráddi Franco í mong ár. Katólska kirkjan var partur av stjórnini, og líkasum blástemplaði allan politikkin.
Hetta hevði við sær, at kristindómurin varð identifiseraður við politikkin hjá Franco – og tað gjørdi, at mong kastaðu hatur á kristindómin.
Eg havi upplivað tekin um tað sama, nú føroyskir politikarar so nógv og so skammleyst hava misnýtt kristindómin. Í einum kjaki millum ung hoyrdi eg ein tosa um ”tann forbannaða kristindómin”. Eg var heilt skelkaður, tí eg helt ikki, at nakar kundi siga so í Føroyum. Men tá eg spurdi nærri skilti eg, at viðkomandi kallaði hugsanina hjá sonevndum ”kristnum” politikarum fyri kristindóm.
Og hvat skal ungdómurin halda, tá Bush kallar kríggið í Irak eina ”krossferð”?
Hvat skal ungdómurin halda, tá Óli Breckmann í sjónvarpinum tosar um ”skógleysar dadluátarar” í Irak, sum ikki hava tað kristnu náðina, og mugu hava nógv fleiri amerikanskar bumbur í høvdið fyri at skil skal koma á?
Hvat skal ungdómurin halda, tá Miðflokkurin sendir tað signal, at kríggið er kristiligt, men at tað er ókristiligt at banna háðan av samkyndum?
Hetta er tað, sum hendir, Bill, tá kristindómur og politikkur verða blandað saman. Tá politikarar taka kristindómin til gísla, og siga seg umboða Guds vilja.
Politikkurin tapir, tí logisk argument verða skúgvað til viks, og bíbliutulkingar settar í staðin.
Og kristindómurin tapir, tí hann verður drigin niður í tað skitna politiska stríðið um vald.
Tí segði eg vist eisini í sendingini, at tey, sum hótta kristindómin í Føroyum, eru ikki tey, sum siga ja til 266B. Tey, sum hótta kristindómin í Føroyum, eru tey, sum misnýta hann politiskt.

At enda
Tú sigur í greinini, at eg eri ”fryntligur og sum oftast skilagóður”. Takk fyri tað. Og í líka máta. Haldi avgjørt, at tú ert millum okkara frægastu og skilabestu politikarar. Men gott hevði verið, um tú tordi at taka greiða frástøðu frá politiskari misnýtslu av okkara siðaarvi. Kann ikki hugsa mær at tú, inst í sjálvum tær, tekur undir við tí.