Tá grannar fara í kríggj móti IS

- Eg fái ilt í sálina av at síggja mína grannakonu, hvørs sonur er ein av servandu hermonnunum, sum skulu berjast móti IS í Sýria, sigur føroysk kvinna í Danmark.

- So skal Danmark enn einaferð í kríggj, og hesaferð móti IS í Sýria, og tað merkist so tíðiliga her um leiðir.

 

Tað sigur føroyska kvinnan, Anja Arnadóttir Jacobsen, sum býr í Øksbøl í Danmark.

 

- Ja, her kemur tað øgiliga tætt upp á, tá heimurin leikar í. Vit liva við tí javnan, men hesaferð er stemningurin meira dapur enn vanligt, tí hetta kríggið er so nógv vandamiklari enn vanligt.

 

Anja Arnadóttir Jacobsen vísir á, at nú skulu familjur um hennara leiðir siga "på gensyn" við síni kæru.

 

- Í Oksbøl kenna vit øll onkran, sum skal avstað. Eg fái ilt í sálina av at síggja mína grannakonu, hvørs sonur er ein av servandu hermonnunum. Konan, sum býr hinumegin vegin og er við barn - ja hon skal eisini liva í ótta ta næstu tíðina.

 

Føroyska kvinnan í Øksbøl vísir á, at fyrr var kríggj bert nakað, hon las um ella sá í sjónvarpinum.

 

- Men, síðan eg flutti higar, hevur kríggj fingið andlit og anda. Menn koma heim aftur við djúpum arrum á sálunum. Vit biðja farvæl, vit ynskja væl afturkomin. Vit biðja, vóna og trúgva, at teir koma heilskapaðir aftur.

 

Anja Arnadóttir Jacobsen vísir á, at heimsins veruleiki kemur so ómetaliga tætt upp á í hesum døgum..

 

- Eg eri hóast alt glað fyri, at nærumhvørvið slær ring um familjurnar, og vit royna okkara besta at gera støðuna liviliga hjá teimum, ið sita og bíða eftir teirra kæru.

Hon sigur, at hermenninir fara avstað í teirri trúgv, at teir gera heimin til eitt betri stað, og Guð gævið, at soleiðis verður, leggur hon aftrat.