1735 gjaldandi áskoðarar sóu klassikaran í Klaksvík sunnudagin. Lagið var gott, men kringumstøðurnar vóru ikki so veitslukendar, sum tær plaga at vera. Einasta flaggið var Merkið, og tað hekk í hálvari stong.
Jógvan Norðbúð doyði tíðliga sunnumorgunin 58 ára gamalur. Hann spældi fótbólt í Klaksvík, har hann kom á besta liðið í 1973. Jógvan var høgri bakkur á landsliðnum í Reykjavík í 1975 og móti Íslandi í Gundadali árið eftir.
Eftir at hava búð á flatlondum í nøkur ár gjørdist Jógvan fyrst í áttati árunum fótbóltsvenjari í Føroyum. Fyrstu royndina sum venjari hevði hann gjørt í 1976, tá ið hann vandi KÍ smádreingirnar, sum vunnu FM, eftir at Jógvan var farin av landinum.
Jógvan vandi LÍF, B36, HB, B68, FS Vágar, ÍF og NSÍ, og í 1984 var hann landsliðsvenjari. Hetta árið vunnu Føroyar tvær ferðir móti Grønlandi á heimavølli, og tað var fyrsta ferðin yvirhøvur, at Føroyar fingu stig móti Íslandi, tá ið úrslitið í Gundadali 1. august í 1984 var málleysur javnleikur. Aftur í 1993 hevði Jógvan í einum dysti ábyrgdina av landsliðnum.
Tindurin í fótbóltslívinum hjá Jógvani mundi tað vera, tá ið hann í 1990 varð meistari við HB, og tá ið hann í 1992 vann FM við B68.
Í góðveðrinum í Klaksvík varð tøgn hildin í ein minutt at minnast Jógvan Norðbúð, og spælararnir bóru svart syrgiband. KÍ formaðurin Torleif Sigurðsson segði nøkur orð og minti á, at tað var Jógvan Norðbúð, sum teknaði KÍ búmerkið. Tað gjørdi hann undan 70 ára føðingardegnum hjá KÍ 24. august í 1974.