Við dystarbyrjan í morgin verður tøgn í ein minutt í samkenslu við teimum, sum fórust í vanlukkuni í Stord. Hetta ynski hevur FSF sett fram á fundi við franska fótbóltssambandið, og tað varð alt fyri eitt eftirlíkað.
- Vit vilja við hesum sýna okkara størstu samkenslu til tey, sum fórust í vanlukkuni og til tey, sum sita eftir. Hendingin hevur ávirkað okkum øll í ferðalagnum, og tað er eingin ivi um, at okkara tankar eru hjá teimum, sum eru rakt av hesum, sigur FSF-forsetin, Óli Holm, sum eisini er partur av ferðalagnum í Fraklandi.









