Tøgn um stjóraskifti í Vágafloghavn

Hvørki Dávur Reinert Hansen, sum er farin frá sum forstjóri í P/F Vágafloghavn, ella nevndarforkvinnan Kitty-May Ellefsen, ynskja at viðmerkja stjóraskifti í Vágafloghavn. Dávur Reinert Hansen hevur verið forstjóri í Vágafloghavn síðani oktober 2008, men í dag kom boð frá nevndini um, at hann nú verður loystur úr starvinum.

Kringvarpið hevur tosað við báðar partar í málinum, men hvørgin sigur tað stóra. Dávur Reinert Hansen førir fram, at partarnir vóru samdir um, at tíðin var komin har til, at hann skuldi gevast – og tað vóru báðir partar samdir um.

Lítið meira fekk Kringvarpið burtur úr Kitty-May Ellefsen.

- Vit eru samd um, at hetta er besta loysnin. Dávur Reinert Hansen er dugnaligur, men vit hava eisini nógv onnur dugnalig fólk, sigur hon við Útvarpið.

Nú verður farið undir at leita eftir nýggjum forstjóra. Fyribils kemur Finnbogi Niclasen at taka sær av hesum starvinum.