Amerikanski mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch leggur USA undir at fjala týðandi limir í al-Qaeda, og felagsskapurin ivast ikki í, at USA brýtur altjóða lóg og reglur.
Human Rights Watch vísir á, at fyri hjálvum øðrum ári síðani segði amerikanski trygdarmálaráðharrin, Tom Ridge, at amerikanskir hermenn høvdu tikið Khalid Sheikk Muhammad, sum verður hildin at vera maðurin, sum legði atsóknina tann 11. september í 2001 til rættis.
Men hvar er hann, spyr Human Rights Watch. Felagsskapurin sigur, at amrikanararnir hava tikið minst ellivu aðrar týðandi limir í al-Qaeda, m en at eingin veit, hvar teir eru. HRW ivast ikki í, at fangarnir verða fjaldir onkunstaðni, og felagsskapurin ivast heldur ikki í, at teir verða illa viðfarnir. Teir hava einki samband við sínar næstringar, og Reyði Krossur sleppur heldur ikki at tosa við teir, soleiðis sum altjóða reglur og sáttmálar annars krevja.
Human Rights Watch fer so illa við teimum amerikonsku myndugleikunum, at felagsskapurin samanber framferð teirra við framferðina hjá Nazitýsklandi og teimum gomlu einaræðisstýrunum í Latínamerika.
Amerikanskir myndugleikar váttaðu í gjár, at í hvussu er seks av teimum tólv monnunum, sum Human Rights Watch nevnir í einari frágreiðing, eru í amerikonskum varðhaldi. Men myndugleikarnir vilja ikki siga, hvar meninir eru.