Tøgn í Tinganesi

Oddagrein:

Tá fíggjarkreppan fyri nøkrum mánaðum síðan byrjaði í USA og tað gjørdist greitt, at kreppan fór at breiða seg til umheimin, mæltu vit landsstýrissamgonguni til at búgva seg til. Vit vístu á, at søguligu royndirnar bendu á eina búskaparkreppu í kjalarvørrinum á fíggjarkreppuni, og vit gjørdu vart við, at borgarar og vinna áttu at kunna rokna við, at landsins myndugleikar vóru fyrireikaðir til hesa nýggju og álvarsomu støðu. Avvarandi føroyskir mynguleikar áttu alt fyri eitt fara undir at evna til eina strategi til tess at takla ta búskaparkreppu, sum helst fór at koma í kjalarvørrinum á fíggjarkreppuni.

 

Um allan framkomna heimin gjørdu stjórnir seg til reiðar at taka ímóti fíggjarliga og búskaparliga ódnarveðrinum. USA tveitti eftir einari nátt alt gamalt neoliberalistiskt arvagóðs á bláman og samveldisstjórin hevur lagt ein kreppupakkan fyri og annan eftir á borðið hjá samveldistinginum. Onnur lond hava fylgt eftir. ES hevur júst samtykt eina víðfevnda ætlan til at tess at byrgja fyri verstu avleiðingunum av eini vaksandi búskaparkreppu. Hesin kreppupakkin er ætlaður sum eitt ískoyti til tey stóru krepputiltøk sum einstøku limastjórnirnar hava sett í verk. Uttan fyri ES hevur eitt nú Noreg júst sett í verk eina fíggjarliga og búskaparliga ætlan, har fleiri milliardir norskar krónur verða til taks hjá privata ídnaðaðinum, fyrst og fremst skipasmiðjunum, til tess at bjarga teimum undan húsagangi. Danska stjórnin er til reiðar við einum nýggjum búskaparligum hjálparpakka.

 

Hetta verður alt gjørt í ásannan av, at fíggjarkreppan er ógvuslig, at búskaparligu avleiðingarnar eru so umfatandi, at tað almenna noyðist at leggja uppí. Staðfest er, at kreppan er lík teirri fíggjar- og búskaparkreppu, sum í trýatiárunum elvdi til búskaparligan, sosialan og politiskan ruðuleika um allan heimin. Men hvussu er so vorðið her hjá okkum? Alt fleiri tekin eru um, at kreppan nærkast. So seint sum í morgun frættist í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, at føroyskir húsaánarar hava mist tvær milliardir í frívirðum. Fleiri fyritøkur eru í álvarsomum trupulleikum og onkur er farin á húsagang. Hóast arbeiðsloysið er metlágt, so eru tekin um eina broyting skeiva vegin og verður nú talað um eitt arbeiðsloysi svarandi til 4-5% við árslok 2009.

 

Hóast tekin um, at álvarsamir fíggjarligir- og búskaparligir trupulleikar eru við at raka føroyska samfelagið, so tykist hetta ikki at nerva landsstýrissamgonguna. Í Tinganesi valdar tøgn um hetta álvarsmál, sum eitt umboð fyri fakfelagsrørsluna tók til í sjónvarpinum í gjárkvøldið. Hetta er løgið og kundi bent á, at føroyska stjórnin sum tann einasta um okkara leiðir ongan kreppupolitikk hevur tøkan ella kanska ætlar at lata marknaðarkeftirnar einsamallar greiða hetta álvarsliga samfelagsmál. Tað ber eisini til men bert við sera stórum politiskum, samfelagsligum og menniskjanligum kostnaði. Um landsstýrissamgongan hinvegin hevur eina ætlan ella eina strategi, so er tíð at kunna um hesa nú.