Tøgn í ÍSF

Føroyski ítróttarheimurin hevði fund týskvøldið, men fyrr enn endaliga niðurstøðan er greið, verður einki likið út um fundin

Tað var ein sera kúrrur ÍSF-forseti, sum kvøldið varð spurdur, hvørjar viðmerkingar hann sum ovasti myndugleikin innan føroyskan ítrótt hevði til nýggja trupulleikan viðvíkjandi útlendskum ítróttarfólkum.
- Eg havi ongar viðmerkingar í løtuni. Vit hava havt stjórnarfund í dag, og í løtuni verður arbeitt við málinum. Ætlandi fara vit so at koma við eini felags niðurstøðu, men fyrr enn hendan fyriliggur hava vit ongar viðmerkingar, er einasta viðmerkingin, Heðin Mortensen í løtuni hevur til málið.

Mynd: Heðin
Heðin Mortensen vil ikki gera nakrar viðmerkingar yvirhøvur, so leingi málið er til viðgerðar saman við avvarandi myndugleikum