Tøgn á ársdegnum

Klokkan 20.45 í kvøld okkara tíð fara fólk á italsku oynni Giglio at binda frið í ein minutt, tí tá er eitt ár liðið, síðani ferðamannaskipið Costa Concordia sigldi á eitt sker uttan fyri oynna.

Aftan á tøgnina fara bátar og skip at ýla við floytunum til heiðurs fyri tey 32, sum doyðu í vanlukkuni. Samstundis verða 32 lanternur settar á sjógvin. Onnur minningartiltøk eru í dag. Eitt nú er messa í teirri lokalu kirkjuni, sum vanlukkudagin virkaði sum tilhaldsstað hjá teimum, sum sluppu við lívinum.

Costa Concordia fór frá bryggju í Civitavecchia klokkan hálvgum sjey um kvøldið. Tá skipið sigldi á skerið við Giglio, kom stórt hol á síðuna, og sjógvurin fossaði inn í skipið, sum legði seg. Nakað fyri midnátt gav skiparin, Francesco Schettino, boð um, at øll skuldu fara av skipinum.

Júst skiparin hevur verið fyri hvøssum atfinningum, millum annað tí hann fór av skipinum, áðrenn øll ferðafólkini vóru fingin í land.