Tøgn kemur ikki á ting?

Theodor Eli Dam Olsen, prestur
-----

- Tá ið tú tosar, endurtekur tú bara tað, ið tú longu veit. Tá ið tú lurtar, er kjansur fyri at læra nakað nýtt!
Hesi orðini er skilamaðurin Dalai Lama endurgivin fyri at siga. Men hevur hann rætt? Kunnu vit ikki sannroyna okkurt við at orða ein setning? Og verða argument ikki betur brýnd í orðunum, sum tú tekur í tín munn og sleppur at orða?

”Hann, ið alist við øsku inni,
lítið í leikum dugir!"
Soleiðis kvøður Mikkjal í Brestiskvæði. Tað sama er galdandi fyri orðini. Tey mugu sleppa at royna seg, skal dugur vera í teimum. Tað var ikki av tilvild, at ein gamal biskupur og lærari í retorikki kallaði eina lærubók: Frá talu til tanka – og ikki øvugt: Frá tanka til talu, sum vanligt hevur verið. Tí orðini skapa bæði meining og skil. 

Ella sum Carl Jóhan sigur einastaðni: “Í orðinum býr skil, sum skil fær ikki skilt!” Meiningin verður skapað í tí talaða orðinum. Í fyrstuni var orðið. Og úr orðinum sprettur samrøðan. Ein góður vinur, sum er uppvaksin uttanlands, spurdi meg einaferð, hví føroyingar ongan­tíð byrja ella enda eina samrøðu. Eg visti ikki, hvat viðkomandi meinti. Men vinurin hevði rætt, tá víst varð á, at vit føroyingar sjáldan siga, hvussu vit eita, tá vit hitta ein fremmandan. Ella kunnu vit siga: Nú...hann sleit í eina løtu... Og enda setningin: Bara tað heldur sær...
Og so halda vit leiðina fram. Ganga víðari. Oman móti støðni ella niðan í hagan. Her er hvørki beinleiðis byrjan ella endi. Alt gott um okkara prátingarlag. Tað er sjarmerandi. Minni sjarmerandi er tað, at tað tykist sum hendan vantandi samrøðan er flutt á eitt hægri støði.
Á okkara háttvirda ting, har fólk kunnu sita á heilum fundum uttan at taka orðið og siga sína hugsan, tí tað hava tey avtalað frammanundan. Fólk, sum hava lagt eitt uppskot fram, fáa als einki aftursvar frá mótpartinum, tí tað tykist, sum meirilutin longu hevur samtykt, at ikki skal ønast aftur. Hetta er ikki bara lítið áhugavert fyri okkum áhoyrarar og borgarar. Hetta er í besta føri ófólkaligt, og í versta føri sera ódemokratiskt.

Tað er í samrøðuni, vit kunnu flyta okkum. Tað er í samrøðuni, vit brýna argumentini og hvessa okkum vitið. Tað er í samrøðuni, vit sleppa at royna tey orðini, sum ófødd hava ligið í okkara høvdi. Orð mugu sleppa at royna seg. Og tað gera tey hvørki sum dulnevnd lesarabrøv ella sum hálvkvødnar vísur í ófantaligum facebook-viðmerkingum. Orðini mugu brýnast við, at persónurin handan orðini kann standa við tey. Tora vit ikki at tosa um tingini, endar allur streymur sum deyðavatn. Ein og hvør tinglimur er – sum eitt og hvørt frælst menniskja – bundin av síni sannføring. Men ikki at velja at fylgja síni sannføring er eisini at hava eina sannføring! Tá kunnu tær villu víddirnar, har orðini eiga at flúgva, heldur gerast til, eina blindferð inn á vardar víddir! Well, tøgn kemur ikki á ting, sigur orðatakið. Er tað nú so? Ella skuldu vit heldur spurt: Kemur tign á ting? Eru vit í ferð við at menna eina tøgnmentan, har vit fylgja harraboðum og skerja almenna innlitið og gjøgnumskygnið? Gloyma vit, at sjónarringurin víðkast, har orðini fáa flog? Ella vit kunnu siga sum kári p. : 
“Vilt tú syngja millum vinir,
mást tú ganga út úr takt,
tí tín leiðari gerst linur,
tá tín samvitska fær makt.”