Tøgn fyri ferðsludeyðum

Fótbóltssambandið hevur sent út rundskriv, har mint verður á, at sunnudagurin er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni. Heitt verður tí á feløgini  og áskoðarar - at hesi undan dystunum í Formula-deildini sunnudagin halda tøgn í ein minutt.