Tøgn í ein minutt

Allir Formuladystirnir í dag eru útsettir í ein minutt, og blómur eru lagdar á støðini kring landið, har ferðsluvanlukkur hava kravt mannalív Tað er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni í dag, sunnudagin 1. juli. Hetta er áttanda árið á rað, at tað verður skipað fyri hesum tiltakinum. Sjey fólk eru deyð í ferðsluni síðani 1. juli í fjør.

Roynt verður at leggja blómur á so mong sum gjørligt av teimum 172 støðunum kring landið, har fólk hava latið lív í ferðsluni.

Eisini í Formulafótbóltinum í dag verður hugsað um tey deyðu í ferðsluni. FSF hevur heitt á feløgini og dómararnar at skipa so fyri, at tøgn verður hildin í ein minutt, áðrenn fyrsta bríkslið verður í dag. Formula dystir verða í Runavík, í Gundadali, á Sandi og í Vági.

Endamálið við degnum er at gera vart við, at tað framvegis henda alt ov nógvar álvarsligar vanlukkur í ferðsluni og at fáa okkum at steðga á eina løtu og hugsa um hesi viðurskifti.