Tí gjørdust teir Ársins leiðarar

Í dómsnevndini fyri 2018 sótu Eyðun Mørkøre (TAKS), Johanna á Bergi (Atlantsflog) og Súsanna Olsen (Fróðskaparsetur Føroya).

Ársins privati leiðari - Frimodt Rasmussen, Klaksvíkar Sleipistøð - hevur síðan 2011 verið undangongumaður og dungaligi leiðarin á Klaksvíkar Sleipistøð.

 

- Hann stendur á odda fyri eini vælvirkandi skipasmiðju, har alt frá smábátum til stór skip fáa nútímans og dygdargóða tænastu. Við sínum nærlagna, virkisfýsna og framskygda lyndi er hann ein fyrimynd og kveikjari fyri starvsfólki síni, sum trívast fakliga og sosialt.

 

Dómsnevndin sigur, at við Frimodt Rasmussen sum leiðara tekur Klaksvíkar Sleipistøð seg alsamt fram og veksur við teimum mongu og spennandi uppgávum, teimum verða litnar upp í hendur. Klaksvíkar Sleipistøð hevur harumframt havt góð úrslit.

 

Um Ársins almenna leiðara - Páll Isholm, Miðnám á Kambsdali - sigur dómsnevndin, at hann er ein væl lýddur og nútímans leiðari.

 

- Hann hevur við námsfrøðiligum leiðsluhegni tillagað og flutt Miðnámsskúlan á Kambsdali fram á leið í seinmodernaða samfelagnum. Hann hevur staðið á odda og við hepnari hond fasiliterað eina væleydnaða samanlegging av HF-skeiðnum og Handils- og Studentaskúlanum á Kambsdali, har trivnaður og høgt fakligt stig valdar millum lærarar og næmingar.

 

Lagt verður aftrat, at Miðnámskúlin á Kambsdali eisini er eyðkendur fyri inkluderandi og innovativum námsfrøðiligum átøkum - til gleði fyri starvsfólk, næmingar og nærumhvørvið annars.

 

- Øll kunnu tilnevna kandidatar til heiðurin, og ein dómsnevnd tekur endaligu avgerðina. Í dómsnevndini fyri 2018 sita Eyðun Mørkøre, TAKS, Johanna á Bergi, Atlantsflog og Súsanna Olsen, Fróðskaparsetur Føroya, sigur Synergi, sum skipar fyri tiltakinum.