Nøkur hava lastað Miðflokkinum fyri, at vit ikki vildu hoppa í leypin saman við hinum móti løgmanni. Spurt verður, um Miðflokkurin nú heldur hondina yvir óreglusemi. Tað gera vit sjálvsagt ikki og tað er als ikki tað, málið fyri okkara viðkomandi snýr seg um. Støða mín í hesum máli er sera einfald:
Rættarsamfelagið
Tað er sera trupult hjá einum vanligum manni at fella dóm yvir ein annan, sum byggir á eitt ákærurit skrivað av tveimum tíðindafólkum. Vit meta, at øll, eisini landsins hægsti maður, hevur krav uppá rættartrygd. Hendan trygdin byggir á, at ongin kann verða dømdur, uttan eina rættarsak. Hesa sak kundi løgmaður ikki fáa, tí málið er fyrnað. Eg kann ikki eins lítið og nakar annar seta meg til dómara í einum máli, har hvørki verjar ella ákærar hava kannað málið og lagt síni sjónarmið fyri ein dómara, sum síðani við síni sera longu og høgu útbúgving og starvsroyndum ger úrskurð í málinum. Eitt ákærurit við prógvum er ikki ein dómur, tí ein dómur metir um øll prógv og gevur tí ákærda rætt til at verja seg við sínum mótprógvum.
Tingmaður Miðfloksins hevur tikið støðu til tann løgmann, sum vit kenna í dag, og sum vit kenna frá tí politiska arbeiðnum. Vit kendu ikki løgmann fyri 25 árum síðani og kunnu sjálvsagt ikki taka støðu til, hvussu hann var tá, og enn minni um hann møguliga hevur broytt seg og er ein annar ídag.
Miðflokkurin og hinir
Miðflokkurin hevur ikki við hesi støðuni sagt, at nú hava vit lagt okkum í føvningin á Fólkaflokkinum. Vit eru ein sjálvstøðugur flokkur við egnum politikki. Vit hava góð viðurskiftir við allar flokkar á tingi og kunnu samstarva við allar flokkar, so leingi vit eru samd um politisku kósina. Persónlig viðurskifti, gamalt agg og kegl hoyrir ikki heima á politiska vígvøllinum. Tíverri hava báðir teir størru samgonguflokkarnir nýtt ov nógva orku at viðgera stríðsspurningar, sum ikki hava við politikk at gera. Hetta kegl havi eg ongantíð givið mær stórvegis far um, tí hetta havi eg mett sum smálutir í mun til tey týðandi politisku málini, vit eru samd um at arbeiða fyri. Hóast hetta gjørdi keglið enda á politisku kósini. Vónandi ger veljarin sær nakrar tankar um, í hvønn mun hesir flokkar og persónar eru førir fyri at halda fram á politiska pallinum eftir valið.
Miðflokkurin vil fegin halda fram við tí politiska arbeiði, vit nú hava byrjað. Ongin ivast í, hvørji okkara sjónarmið eru.