Tíggjunda bátastevnan í Vestmanna

Í døgunum 20. og 21. mai verður stór bátastevna í Vestmanna.

Í sambandi við at hetta er 10. árið á rað, at skipað verður fyri bátastevnu í Vestmanna, verður serliga nógv gjørt burturúr stevnuni. Nógv ymiskt verður á skránni sum t.d. barnatiltak við Trøllapætur, Kularøtur, øðrvísi kappróður fyri allar bátastøddir, mini-tivoli, konsert við bólkinum Páll Finnur Páll, umframt at ferðavinnan í bygdini skipar fyri ymsum spennandi tiltøkum sum t.d. útferðum við bátum, frítíðarfisking á vøtnum og á sjónum og ATV koyring í fjøllunum v.m. Høvi verður at vitja áhugaverda søgusavnið á Fjørukrónni. Leygarkvøldið verður tann stóri bátastevnudansurin í ítróttarhøllini, har orkestrini Moonshot, Vestmenn og Thunderbirds spæla.

Fyrireikararnir siga, at lagt er upp til sera góðar karmar fyri eini rimmar bátastevnu. Nærri kunning um øll tiltøkini, verður at síggja á heimasíðuni hjá VÍF www.vif.fo