Tíggju ætlaðar boringar

Nevndarformaðurin í Atlantic Petroleum, Birgir Durhuus, sigur, at felagið hevur tíggju ætlaðar boringar komandi trý árini. – Eitt ljufelag kundi altíð ynskt sær fleiri pengar, men fíggjarliga hava vt orku at fremja tær ætlaðu tíggju boringarnar komandi trý árini, sigur hann.

Atlantic Petroleum hevði nevndarfund í gjár, og hesin fundurin var í kjalarvørrinum á einari nýggjari oljuboring, sum felagið byrjaði fríggjadagin.
- Hetta var ein vanligur nevndarfundur, sum vit hava einar fýra til seks av um árið. Nú er Atlantic Petroleum eitt børsskrásett felag, og tí skulu týðandi avgerðir fráboðast marknaðinum. Men tað er eingin loyna, at tað, sum vit brúka tíð upp á í felagnum í løtuni er, hvussu vit fáa økt um virksemið og vaksið um felagið, sigur Birgir Durhuus, nevndarformaður í Atlantic Petroleum.
Hann sigur, at nevnd og leiðsla hevur sett út í kortið, at felagið skal vaksa upp á tveir mátar.
- Tað eina er at brúka teir pengar, sum vit fáa inn frá okkara oljuframleiðslu í dag – og tað er ein framleiðsla, sum gevur heilt fitt í kassan, tí oljuprísurin serliga í ár hevur verið rættiliga høgur – til at keypa okkum inn í leitisloyvir, har vit kunnu bora eftir olju, og í øðrum lagi at yvirtaka onnur oljufeløg, eins og vit gjørdu fyrr í ár, tá vit yvirtóku bretska felagið Vonaltis, sigur Birgir Durhuus.
Hann sigur, at tað góða við at yvirtaka onnur feløg, serliga innan fyri oljuvinuna, er, at tey ofta hava nógv leitisloyvir og nógvar boringar, ið standa fyri framman.
- So tað gevur okkum eina skjóta atgongd til nýggja olju og gass, sjálvandi treytað av at olja og gass finnast í hesum leitiloyvum, sigur Birgir Durhuus.

Fíggjarliga væl fyri
So seint sum fríggjadagin byrjaði Atlantic Petroleum eina nýggja boring – fyri fyrstu ferð í trý ár.
- Tað er av stórum týdningi, at fyri hvørja tunnu, vit pumpa upp úr undirgrundini er neyðugt at fáa hendur á nýggjum keldum, og einasti mátin at gera tað upp á er at bora, uttan so, at vit keypa okkum inn í eina framleiðslu, sigur Birgir Durhuus.
Nevndarformaðurin sigur, at tað, sum skapar virðir í oljuvinnuni er, at íløgur verða gjørdar í boringar og at borað verður.
- Hendan boringin, sum vit byrjaðu upp á fríggjadagin er eitt bretskt øki, ið kallast Foxtrot, og vit vóna innan fyri ein mánað ella tveir at fáa úrslitið av hesari boringini, sigur Birgir Durhuus.
Hann sigur, at hetta er fyrsta boringin at umleið tíggju ætlaðum boringum komandi trý árini.
- Fýra av ætlaðu boringunum eru almannakunngjørdar, men málið er at koma upp á tíggju boringar. Og tað er avgerandi fyri framtíðina hjá Atlantic Petroleum, at nakrar av hesum boringunum geva úrslit, men har eru vit í sama báti sum onnur oljufeløg. Tey sum eru dugnalig, finna olju, og ríka seg upp tann vegin, sigur Birgir Durhuus.
Hann sigur, at fíggjarliga støðan hjá Atlantic Petroleum í dag er góð.
- Oljufeløg er kroniskt í teirri støðu, at tey kundu brúkt fleiri pengar, tí tað er dýt at leita eftir olju, so hugurin at fáa fleiri pengar inn í felagið er altíð til staðar. Men sum er hava vit teir pengar, vit skulu brúka til tær ætlanir, sum vit hava, sigur Birgir Durhuus, nevndarformaður í Atlantic Petroleum.