Valstríð verður ført á øllum frontum. Líka frá smáa persónliga sambandinum á gøtuni, í telefonini, í heimunum til breiða propaganda í fjølmiðlum, á húsaveggjum og á valfundum.
Og valstríðið er í hæddini í hesi løtu, og talan er bara um tímar, sum eru eftir at reka í.
Fólk skulu nú seta sínar krossir við kosna valevnið, og tá er eingin vegur aftur. Í øllum førum ikki fyrr enn við næsta val, sum verður um fýra ár – ella kanska tvey.
Lyftini eru mong, summi øðrvísi enn onnur, summi bara ov langt úti, og summi uttan iva verulig og erlig.
Her lata vit oddafiskarnar í seks politiskum flokkum fáa orðið eina seinastu ferð í teigunum her á blaðnum, áðrenn valdyrnar lata upp.
Hetta eru fólk, sum hava verið nógv frammi seinastu vikurnar, og tað er uttan iva millum hesi fólkini, at næsti leiðarin í landinum skal finnast.
Vit hava sett toppunum í teimum ymisku flokkunum 10 spurningar. Summir eru á politisku bógvin, meðan aðrir eru meira persónligir.
Við hesum ynskja vit øllum eitt gott løgtingsval.