Aftara rað: f.v.Jóhanna M. Lund, býr í Vejle, Jóhan Kass, býr á Strondum, (Jóhanna og Jóhan eru tvíburar), Judith Johansen, býr í Vejle, Ernst Kass, býr í Havn, Hans Jákup Kass, býr í Helsinki, Anna Bertha Mohr, býr í Havn.
Fremra rað: f.v. Sólborg Dulavík, býr á Argjum, Jákup Kass, býr á Strondum, Nicolina Jensen Beder, býr í Havn, og Hilmar Kass sum býr í Havn.
Við takkarkvøðuni hjá Peturi Müller, sendi eg bestu tøkk til øll tykkum, ið mintust meg føðingardagin 26. apríl.
Takkarljóð
Eg takklætislag lati ljóða ?
til ein hvønn í huga meg bar.
Tann dagin, ið eg hevði slóða ?
til sjeytifimmárs varðan hjá mær.
Til vinnufelagar allar,
og øll ið meg vitjaðu her.
Hav tøkk bæði moyggjar og kallar ?
Til tykkum mítt takkarljóð fer.
Ein serstøk tøkk til øll systkin míni.
Bestu heilsanir.
Nicolina