Tíggju sovið á støðini


Vikuskiftið í Havn hevur verið friðarligt verður sagt av løgreglustøðini. Bert smávegis óhapp og herverk hevur løgreglan verið úti og tikið sær av.
Í Sigmundargøtu hevði onkur gjørt seg inn á ein parkeraðan bil, men materielli skaðin var lítil. Herver varð eisini framt í einum húsum, men búfólkið gjørdi av, at tilburðurin skuldi avgreiðast innanfyri hússins veggir.
Løgreglan hevur havt eini tíggju mans, sum høvdu drukkið ov nógv, inni á støðini hetta vikuskiftið.