Skeinking
Tað eru ov fá skeinkiloyvi á Tvøroyri
Tað heldur Tvøroyrar Býráð.
Býráðið fer tískil nú at søkja um at fáa fleiri skeinkilovyi til Kommununa.
Í løtuni eru fýra skeinkilioyvi í Tvøroyrar Kommunu og tey eru øll í brúki. Tað eru hotellini í Øravík og á Tvøroyri, umframt Klubbin og listaskálin, Oyggin, á Tvøroyri, sum hava skeinkiloyvini, sum eru til taks. Tað hjá Oynni er eitt hálvt skeinkiloyvi, tvs, at tey hava bara loyvi at selja vín og øl.
Men nú hevur maður á Tvøroyri søkt um at fáa skeinkiloyvi afturat.
Málið var fyri á býráðsfundi á Tvøroyri mánakvøldið. Har varð mett, at brúk fór at vera fyri einum trimum skeinkiloyvum afturat í næstu framtíð, men so leingi kvotan bara eru fýra loyvi, gerst onki
Tí samtykti býráðið einmælt at søkja landsins myndugleikar um at fáa 10 skeinkiloyvi afturat til Tvøroyrar Kommunu.
Onkur býráðslimur helt, at hetta var kanska at taka í so rívan til at biðja um 10 loyvi í einum.
Men víst varð á, at hetta var ikki tí, at ætlanin var at brúka øll loyvini beinanvegin. Tað er heldur ikki Býráðið, sum gevur loyvini, men Loyvisnevndin, sum er undir landstýrinum. Tað, einasta Býráðið hevur at gera, er at ummæla tær umsóknir um skeinkiloyvi, sum søkt verður um í kommununi.
Og Býráðið heldur, at tað er hent at hava nøkur loyvi niðurfyri, so at tað gerst óneyðugt at søkja um at hækka kvotuna eitt og eitt loyvi, hvørja ferð, ein umsókn kemur.
Víst verður m.a. á, at í Tórshavnar Kommuna varð kvotan munandi hækkað í einum, so at tað ikki var neyðugt at søkja um eitt og eitt lovyi, so hvørt, brúk var fyri tí og tað er somu mannagongd, tey nú vilja hava á Tvøroyri










