Tað verður klokkan 19 í kvøld – tá ið tað verður greitt, hvør er meistari í Onglandi – at fyrsta bríksl verður við Løkin í Runavík, har NSÍ fær vitjan av NSÍ.
NSÍ er næstfremst við 16 stigum, og AB er aftast við trimum stigum. Tað eru meiri enn tveir mánaðir síðani, at AB 17. mars vann 2-1 á heimavølli ímóti ÍF. Síðani hevur AB spælt seks landskappingardystir uttan at vinna úrtøku.
Síðani AB fyrstu ferð royndi seg í bestu deildini í 2007 – tað árið tá ið NSÍ vann FM – hava argjamenn trettan ferðir spælt við Løkin í landskappingini. NSÍ hevur vunnið ellivu ferðir, í 2013 var úrslitið 1-1, og 24. mai í 2009 ella fyri tíggju árum síðani eydnaðist tað AB fyri fyrstu og higartil einastu ferð at vinna.
AB vann 1-0, og málið skoraði Jobin Drangastein, sum saman við málverjanum Heðini Stenberg er einasti spælari, ið framvegis er á AB liðinum.
Felags fyri teir báðar – Jobin og Heðin – er, at teir ikki hava verið við seinastu ferðirnar, tí teir eru skaðadarvaðir. Tað er møguleiki fyri, at Jobin verður á listanum í kvøld. Aðrir, sum eru fram ímóti at vera tøkir aftur, eru Bárður Olsen, Filip í Liða og Eli Christiansson.
Mattias Lamhauge, sum hevur verið AB málverji, síðani Heðin Stenberg varð skaddur, skal eftir ætlan av landinum í kvøld. Um hann ikki verður tøkur, er tað møguleiki fyri, at seytjan ára gamli Sverri Petersen fer at verja AB málið. Tað gjørdi hann, tá ið AB tapti 4-3 í Gundadali ímóti HB.
NSÍ hevur vunnið fulla úrtøku tríggjar tær seinastu ferðirnar við málmuninum 8-2. Klæmint A. Olsen skoraði tvey mál í Trongisvági síðsta sunnudag og er saman við Jann Martin Mortensen NSÍ toppskjútti við fýra málum.
Tað er kapping um plássini í NSÍ, har allir spælararnir eru tøkir uttan Øssur Dalbúð, sum er langtíðarskaddur.