Seinnapartin í gjár var løgreglan á ferð og kannaði ferðsluna á einum vegastrekki, har tað ofta verður sagt, at bilførarar koyra alt ov skjótt.
Talan er um Glyvursveg á Argjum, har løgreglan kannaði ferðsluna í einar tveir tímar seinnapartin í gjár. Har er loyvt at koyra 50 og har stendur enntá eitt skelti, sum blinkar, og ávarar bilførarar, sum koyra ov skjótt.
Men tað er ikki hjá øllum, at tað rínur við, og tað er heldur ikki av ongum, at tað verður sagt, at bilarnir koyra skjótt á hesum strekkinum. Løgreglan sigur nevniliga, at tað vóru ikki færri enn átta bilførarar tiknir, sum koyrdu so skjótt, at teir fáa klipp í koyrikorti. Tað merkir, at teir koyrdu ímillum 71 og 80 kilometrar um tíman.
Harafturat mistu tveir bilførarar koyrikortið treytað, og sostatt mugu teir upp til nýggja koyriroynd fyri ikki at mistta tað. Teir koyrdu ímillum 81 og 88 kilometrar um tíman. Sostatt vórðu tíggju bilførarar tiknir, sum antin fingu klipp í koyrikortið, ella sum mugu taka tað av nýggjum. Umframt hetta, fáa teir allir eisini bót.