Tí gav Framsókn løgmanni krakk

Soljóðandi er brævið, sum Framsókn fyri løtu síðani handaði Kaj Leo Johannesen, sum samstundis fekk boðini um, at Framsókn ikki kann taka undir við krøvunum frá Sambandsflokkinum

Til Sambandsflokkin

Tórshavn, 3. november 2011


Takk fyri fundin í morgun. Vit hava skilt niðurstøðuna á fund­inum soleiðis, at Sam­bands­flokkurin, áðrenn hild­ið verður fram við sam­gong­u­sam­ráð­i­ngunum, vil hava Fram­sókn at ganga við til at

A: Øll etisk/moralsk/religiøs mál ikki skulu verða viðgjørd í sam­gong­u­skeiðn­um, tvs. í evsta føri næstu fýra árini. Hetta kravið seta Sam­bands­flokk­ur­in og Fólk­a­flokk­ur­in sín­um sam­starvs­flokk­um í sam­gongu.

B: Rík­isveitingin verður ”tiðn­­að – soleiðis, at hon í fyrstu at­løgu hækkar umleið 200 mill og framyvir verður prís­tals­við­gjørd.

Vit skulu í hesum sam­bandi boða frá, at

Ad. A) Framsókn hvørki kann ella vil ganga við til, at eitt etiskt mál ikki kann fáa eina demokratiska viðgerð ella kann verða samtykt í ting­i­num orsakað av einum framm­an­undan avtalaðum veto. Hetta er beinleiðis í stríð við kjarnuvirði okkara við atliti til persónligt frælsi og eig­ur eftir okkara tykki ikki at koma fyri innast í ein­um nútíðar fólkaræði.


Ad. B) Framsókn er ein tjóð­skap­ar­lig­ur flokkur, sum metir stríðið fyri før­oysk­um sjálvbjargni at vera ein­astu gongdu leiðina fram móti eini menning av Før­oy­um. At prístalsviðgera rík­is­veit­ing­ina kann ikki verða sett upp sum fremsta og mest ult­i­mativa búskaparliga mál okkara. Tað gongur tvør­t­ur­ímóti beint ímóti stríðnum fyri sjálvbjargni.

Á fundinum í morgun skiltu vit, at bæði Sam­bands­flokk­urin og Framsókn ann­ars í stóran mun hava felags fat­an av tørvinum at loysa bú­skap­arligu avbjóðingarnar, sum liggja fyri framman. Ný­skip­anir skulu til. Um so er, at útgangsstøðið fyri sam­ráðingunum broytist við at­liti til tey bæði nevndu krøvini, ynskja vit sjálvsagt at taka virknan lut í sam­gong­u­sam­ráðingum.

Framsókn metir enn sum áð­ur, at tað er avgerandi neyð­ugt fyri menningina av landi og fólki okkara, at poli­tiska valdið fremur um­fatandi ný­skip­an­ir á fíggj­ar­liga øk­i­num (her­undir skatt­a­­øki­num), í fis­k­i­vinnununi, í komm­unala bygnaðinum, á pen­sións­øki­n­um og á fleiri øðrum økjum. Utt­an mun til, um vit eru í sam­gongu ella andstøðu, fara vit at samstarva við so mong sum gjørligt fyri at f­áa hesar nýskipanir framd­a­r. M.a. standa vit við langt­íð­arsemjuna um fiski­vinnu, sum fyrr í ár varð gjørd við Sambandsflokkin, Javn­að­ar­flokkin og Tjóðveldi, og vit vænta sjálvandi, at hinir flokk­arnir gera tað sama.


Vegna FRAMSÓKN

Poul Michelsen, formaður