Tá gassspreinging skakaði Nuuk

Fyri 47 árum síðan sprongdist ein íbúðarbygningur í Nuuk, og 10 handverkarar lótu lív.

Fyrr í kvøld lósu vit á In.fo um syrgiligu hendingina, tá útróðrarbáturin Kálaberg í Nólsoy sprongdist av gassi fyri 45 árum síðan, og ein tvey ára gomul smágenta doyði í vanlukkuni.

 

Herfyri vóru liðin 47 ár, síðan ein sera álvarslig gassspreinging drap 10 handverkarar í Nuuk. Hetta er ein av herviligastu vanlukkum, sum hevur rakt grønlendska høvuðsstaðin.

 

Teir vóru í holt við at byggja ein íbúðarbygning í Nuuk, tá handverkarar ein morgun, teir komu til arbeiðis, varnaðust, at ramur gassroykur var í bygninginum.

 

Nú - 47 ár seinni - arbeiða tey í Nuuk við at reisa ein minnisstein yvir teir, sum lótu lív í vanlukkuni.

 

Tað var ein rættiliga ógvuslig spreinging, sum týsdagin 14. mars í 1970 skakaði Nuuk. Hendingin fór fram, meðan fleiri enn 20 handverkarar vóru í holt við at gera íbúðarbygningin lidnan.

 

Ein av handverkarunum var tá 21 ára gamli, Eli Damberg, úr Norðurjútlandi.

 

- Júst, tá eg og ein starvsfelagi um morgunin komu inn í uppgongdina í íbúðarbygninginum, luktaðu vit gass. Hetta søgdu vit við formannin, sum lovaði at bera boðini víðari. Formaðurin bað okkum tó bara fara í gongd, og tað fóru vit.

 

Eli Damberg sigur, at teimum dámdu lítið at arbeiða undir hesum umstøðum, men teir arbeiddu í øðrum endanum av bygninginum, har roykurin ikki var so ramur.

 

Sum morgunin leið, hugsaðu teir ikki stórvegis um gassroykin. Men, stutt eftir klokkan 12 hendi tað.

 

- Tað var sum at standa mitt í einari bumbu sum brast. Eg endaði í vektloysi og hekk í luftini, samstundis sum gólvið undir mær bleiv burtur, sigur Eli Damberg við grønlendsku heimasíðuna - www.sermitsiaq.ag

 

Eygnavitni, sum sóu hendingina í Nuuk fyri 47 árum síðan, siga, at íbúðarbygningurin varð lyftur ein metur upp frá grundini og datt síðan saman sum eitt korthús.