Tí ganga vit Lucia

Vit kenna øll til tey fittu børnini, sum syngja Lucia við ljósum í kransi á høvdinum. Men hvør var Lucia?

Hóast Lucia gongd er í skúlum, barnagørðum og stovnum kring landið at kalla allar dagar i desember, so er tað í dag – 13. Desember – at tað er Lucia dagur.

 

Men hvør var Lucia?

 


Søgan um Luciu byrjar í ár 282 í býnum Siracusa á Sicilien. Tá føddist ein lítil genta, sum seinni skuldi vísa seg at vera nakað heilt serligt.

Hon varð fødd í eina ríka familju. Hennara framtíðarvónir vóru góðar, tí ríkidømi og status hjá familju hennara var gott, og tí kundi hon vænta sær at blíva gift við einum vælhavandi manni og liva gott.

Hennara lív gjørdist tó alt annað enn væntað. Í einum ungum aldri varð hon umvend til kristindómin og lat seg doypa.

 

 

 

Sicilien var tá ein partur av Rómararíkinum, og fyri at halda friðin í stóra rikinum varð álagt íbúgvarunum at ofra til keisaran javnan. Trupulleikin fyri teir kristnu íbúgvararnar var, at teir vildu ikki ofra. Tey kristnu vildu fegin biðja fyri keisaranum og ríkinum, men at ofra til hansara sum tey vildu ofra til Gud, vildu tey ikki.

Og júst tí varð kristindómurin sæddur sum ein vandamikil fíggindi hjá Rómararíkinum, og tað gjørdist ólógligt at vera kristin.

Noktaðu tey kristnu at ofra til keisaran vórðu tey mangan torturerað og seinni dripin. Og tískil livdu mong teirra eitt loyniligt lív, har tey antin fjaldu sína trúgv ella søktu friðskjól í katakombunum undir býnum.

 

 

 

Lucia var ein teirra, sum hjálpti hesum fólkum. Um náttina fór hon út til sínar kristnu felagar við mati, og fyri at finna vegin fram í katakombunum, hevði hon ein krans um høvdið við ljósi í. Hon livdi eitt vandamikið lív, tí varð hon tikin, bleiv hon uttan iva dripin. Tá móður Luciu gjørdist álvarsama sjúk, bað hon fyri henni.  Hon fór til eina heilaga grøv og gav har eitt lyfti. Um mamman gjørdist frísk aftur, vildi hon víga sitt lív til Gud og ongantíð fáa sær nakran mann.

Mamma bleiv frísk og Lucia varð styrkt í trúnni. Hon byrjaði at býta sítt ríkidømi millum tey fátøku. Hon var lovað burtur til ein mann, sum familjan hevði valt til hennara. Ein mann, sum ikki var kristin. Tá hon avvísti hansara giftarmál gjørdist hann firtin og meldaði hana til myndugleikarnar.

Lucia vildi ikki ofra til keisaran, og tí varð hon dømd sek í at bróta lógirnar við at vera kristin. Søgnin sigur, at hon varð revsað fleiri ferðir, men av óforkláriligum orsøkum bar ikki til at revsa hana.

 

 

Fyrst varð hon send á eitt bordel, men tá hon skuldi flytast, megnaðu menninir, sum skuldi flyta hana, ikki at lyfta hana. Síðani varð hon torturerað og dømd til deyðis. Men aftur vóru tað óforkláriligar orsøkir til, at tað ikki eydnaðist. Tí søgnin sigur, at tað bar ikki til at seta eld á hana. Til síðst endaði tað við, at dómarin stakk og drap hana við sínum svøri og Lucia doyði hin 13.desember ár 304.

 

 

 

Beinan vegin varð hon roknað sum eitt halgimenni, og longu í ár 400 varð hon nevnd í skrivligum keldum. Í ár 600, tá ið kristindómurin varð komin fyri at vera í rómararíkinum, bar eisini til at finna søgur um Luciu í skrivaða tilfarinum, sum ein av teimum fáu kvinnunum, sum katólska kirkjan tá heiðraði.

Síðani hava fleiri siðvenjur tikið seg upp á degnum 13.desember. Og kristindómurin eigur nógvar søgur um, at bøn til Luciu hevur hjálpt fólki í neyð.

 

Hetta vita heimasíðurnar kristindom.dk og folkekirken.dk at siga.