Hann er í uppskoti til Norðurlandavirðislønina í bókmentum fyri stuttsøgusavnið Pílagrímar, sum kom út í fjør. Men hann hvílir ikki á lavrberjagreinini. Vit hava ringt til Hanus Kamban, sum í løtuni býr í Keypmannahavn, fyri at tosa um nýggju bók hansara, sum kom út í vikuni.
- Hetta er ein roynd at peika á eitt tekstaslag, sum er øðrvísi enn tað realistiska. Aðrastaðni er tað ógvuliga vanligt, serliga á filmsøkinum, men hetta er fyrstu ferð, at ein bók á føroyskum burturav fæst við science fiction, sigur Hanus Kamban.
"Tað nýggja Atlantis" er eitt savn við 15 stuttsøgum. 14 eru týddar úr amerikonskum ella enskum og ein er týdd umvegis úr sponskum. Høvundarnir eru níggju í tali, teirra millum eru Nataniel Hawthorne, Hoggie Wells, E.M. Forster, Ray Bradbury, J.G. Ballard og Borges.
- Rithøvundarnir hava kanska tað til felags, at teir skriva væl og hava okkurt sermerki í stíli, sum ger teir áhugaverdar at lesa, sigur Hanus Kamban.
Sermerkt savn
Tað sermerkta við savninum er, at hetta er fyrsta føroyska bókin, sum burturav fæst við Science fiction - ella vísindaskaldskap, sum tað eitur á føroyskum.
- Hetta hevur verið til ómetaliga stóra gleði fyri meg, og tað hevur verið ótrúliga spennandi at geva tekstunum eitt føroyskt snið. Eg má siga, at tað hevur verið stuttligt at síggja, hvussu stóran týdning orðabókaarbeiði hevur fyri okkara týðarar, sigur Hanus Kamban og sipar til allar orðabókaútgávurnar, sum eru komnar út síðstu árini: Móðurmálsorðabókin, tvær danskt-føroyskar og ikki minst samheitaorðabókin.
Nógv nýggj hugtøk eru í nýggju orðabókunum, sum hann hevur gjørt nýtslu av, men í ávísum førum hevur hann verið noyddur at smíða nýggj orð. Tá hevur víðagitni málfrøðingurin úr Kirkjubø, Jóhan Hendrik Winther Poulsen, verið ein góð hjálp.
Ritgerð aftast
Umframt stuttsøgurnar hevur Hanus Kamban skrivað eina ritgerð um vísindaskaldskap aftast í bókini, sum setir søgurnar í ein skaldsligan og samfelagsligan samanhang.
Vanliga verða Science fiction-bókmentir lýstar sum framtíðarskaldsøgur, men tann neyvari allýsingin er eitt sindur øðrvísi.
- Vísindaskaldskapur er eitt tekstaslag, sum lýsir mannaættina í universinum í mun til ta vitan, sum er. Hann verður latin í ein gotiskan form, ið brúkar "tað sublima". Tað sublima kann verða brúkt um okkurt, sum skapar ræðslu, ótta og pínu, men samstundis inniheldur njóting. "Delightful horror" er eitt hugtak, ið knýtir seg at sjangruni, greiðir Hanus Kamban frá.
Stephen King er eitt dømi um ein kendan rithøvund, sum brúkar hendan gotiska skriviháttin í eitt nú "The Shining", sum eisini er vorðin til eitt kendan ræðufilm.
Kveikt í Skúgvi
Áhugin hjá Hanusi Kamban fyri vísindaskaldskapi stavar frá barnaárunum í Skúgvi.
- Áhugin byrjaði longu, tá vit hoyrdu spøkilsissøgurnar. Tað fekk eisini stóra ávirkan, tá Gluggin kom út á fyrsta sinni, tí slíkan lesnað vóru vit ikki von við í Føroyum tá. Eg minnist, hvussu fantastiska spennandi tað var, fyrstu ferð eg las søguna í Glugganum um "Dr. Jekyl og Mr. Hyde," sum Jóannes av Skarði týddi. Eg minnist eisini, at vit ongar trupulleikar høvdu av málinum, hóast tað var nýtt at lesa slíkan skaldskap á føroyskum, sigur Hanus Kamban.
Hanus Kamban hevur áður týtt vísindaskaldskap. Hann hevur eitt nú føroyskað Ray Bradbury, og fyrstu søgurnar komu á prent í Fjølnir í 1967. Bøkur eru eisini komnar út við onkrari vísinda-søgu innímillum. Nakrar av teimum, hevur hann brúkt umaftur og týtt av nýggjum.
Gott handverk
Ongin uppskrift ella ávísar reglur eru galdandi fyri ein høvunda, sum skrivar vísindaskaldskap. Kortini er tað so, at ymisk eyðkenni síggjast aftur, tá talan er um góðan vísindaskaldskap.
- Tað er, sum við øllum góðum skaldskapi: Handverkið skal vera í lagi. Rithøvundurin skal duga at skriva, sigur Hanus Kamban.
Skilt verður ímillum "hard science fiction" og "soft science fiction", greiður Hanus frá.
Harður vísindaskaldskapur leggur dent á tað tøkniliga. Talan er um væl undirbygda og framkomna tøkni, sum verður gjørd sannlík við sannførandi lýsingum. Jules Verne er eitt gott dømi. Hann fylgdi væl við tøkniligu menningini, gjørdi kanningar, las tíðarrit og klipti út. Nógvar av søgunum gjørdust sannspádómar, tí langt aftaná, at hann hevði skrivað um tað, komu t.d. kavbátar, telefon, mánaferðir, og sjónvarp.
Tann bleyti vísindaskaldskap-urin letur hugflogið fáa frítt spæl. Dømi um tað eru tíðar-ferðir og tað at taka tíðarfyribrigdi upp. Tíðarmaskinan hjá H.G. Wells er kend fyri tað at ferðast í tíð.
Undan síni tíð
Summir rithøvundar brúka framtíðarsøguna til at lýsa nútíðina við, greiður Hanus Kamban frá. Hann nevnir skaldsøguna "The war of the world" (1896), ið snýr seg um marsmenn, sum gera innrás á jørðini og brúka geiðslatól til at útrudda alt innan fyri ein ávísan ring.
Søgan er bæði livandi og óhugnalig og verður ein góð lýsing av imperialistiskum londum á okkara døgum. Høvundurin dregur sostatt ótrúlig fyribrigdi inn í skaldaheimin fyri at lýsa okkum sjálv.
- Vísindaskaldsøgan kann ofta verða undan síni tíð, men hon kann ikki ávirka sína tíð, tí tú sært ikki samanhangin og líkleikan, fyrr enn tað er hent, sigur Hanus Kamban.
Út um mørk
Søgurnar í "Tað nýggja Atlantis" eru kendar fyri at vera spennandi, óhugnaligar og hugtakandi alt í senn. Vit kunnu nevna fyrstu stuttsøguna eftir Natanial Haw-thore, ið kallast Móðurmerkið (1843).
Hon er um ein vísindamann, sum giftist vakrari gentu. Gentan hevur bara eitt lítið lýti: Eitt móðurmerki á kjálkanum. Maðurin festir seg meira og meira við móðurmerkið og vil hava tað burtur. Hann ávirkar konuna, sum eisini verður plágað av móðurmerkinum. Maðurin er førandi vísindamaður um ta tíðina, og heldur hann kann fáa tað burtur, men móðurmerkið er so djúpt, at tað er partur av hennara innastu veru. Pilkar hann við móðurmerkið, so pilkar hann eisini við tilveruna.
- Søgan er mynd um, hvat kann henda, tá vísindamaðurin ikki kennir sær afturhald. Hesin vísindamaðurin, sum fer út um etisk mørk, er eitt afturvendandi høvundaevni í vísindaskaldskapi og er eisini væl umboðað í savninum, sigur Hanus Kamban.
Viðkomandi bókmentir
Dr. Jekyl and Mr. Hyde, ið Hanus Kamban sum smádrongur í Skúgvi gjørdist so hugtikin av, er eitt annað gott dømi um vísindaskaldskap. Hon snýr seg um ein vísindamann, sum nýtir evnafrøðiligar rannsóknir til at skilja sundur tað góða og tað ringa. Søgan er viðkomandi enn í dag, tí hon nertir við nakrar etiskar trupulleikar í tíðini, nú møguleikar eru fyri kloning.
- Vísindaskaldskapur er ein viðkomandi bókmentagrein, sum mangan hevur tikið týðandi evni fram, áðrenn tey koma til sjóndar. Hetta savnið hevur fleiri áhugaverdar og spennandi søgur, sum kunnu lesast av øllum, sigur Hanus Kamban.
"Tað nýggja Atlantis" er 387 síður og kostar 200 krónur. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur geva út, og Hestprent prentaði. Edvard Fuglø gjørdi kápumyndina.











