Tá forelskilsið er nýtt og spennandi

Ester Kristiansen kemur nú við nýggjum, eggjandi kærleikssangi, sum hevur fingið heitið, "Aftur til mín”.

 

 

Nú ólavsøkan nærkast og vit - í hvussu so er eitt stutt bil - kunnu nærkast hvør øðrum, kemur Ester Kristiansen út við nýggjum, eggjandi kærleikssangi, sum hevur fingið heitið, "Aftur til mín”.

- Hetta er ein kærleikssangur, ið snýr seg um, tá forelskilsið er nýtt og spennandi, og hvørt sekund er fylt við nærveru, stuttleika og hita, og tá hvør løta burtur hvør frá øðrum er ræðulig og fylt við stórum sakni.

Í tíðindaskrivi verður sagt, at Ester Kristiansen við síni inniligu rødd førir okkum gjøgnum hesar kenslur, sum vit øll kenna og leingjast eftir, og sum serligar løtur raka okkum øll.

Fakta um nýggja staklagið:

Heiti: Aftur til mín

Orð: Eir í Ólavsstovu & Ester Kristiansen

Lag: Ester Kristiansen & Niclas Johannesen

Framleitt: Niclas Johannesen & Óli Poulsen

Miksað og mastrað: Óli Poulsen í Fix-n-Mix

Upptikið í Studio 57, Hoyvík & Fix-n-Mix, Farum

Tónleikarar: Ester Kristiansen (lead vokal og kór), Drós Reinert Joensen (kór),  Óli Poulsen (bass, el-guitar, keyboards, slagverk og forritan), Niclas Johannesen (akkustiskan & elektriskan guitar, keyboards, forritan og kór),  Matt Chamberlain (trummur).

Útgávufelag: Hugmynd

##med2##