Tøffe kann fáa fleiri mánaðir

Sjálvur noktar Stig Tøfting seg sekan í ákærunum, sum eru reistar ímóti honum

Stendur tað til løgreglu-ákæran, kann fyrrverandi danski landsliðsleikarin, Stig Tøfting, vænta sær fleiri mánaðir handan rimarnar. Ákærurnar ímóti Tøfting snúgva seg um harðskap á eini matstovu í Keypmannahavn tann 23. juni.

Matstovan, talan er um, er Café Ketchup, sum ivaleyst fleiri føroyingar kenna. Café Ketchup liggur á Pilestræde, nakað niðanfyri Skarv, ið plagar at verða væl vitjað av føroyingum.

Tríggjar ákærur
Sambært danska blaðnum BT, hevur Stig Tøfting tríggjar ákærur ímóti sær. Á matstovuni hevði hann skallað matstovueigaran, og síðan sligið ein kokk niður. Umframt ákærurnar fyri harðskap á Café Ketchup, hevur Tøfting frammanundan ein treytaðan dóm.

Atvoldin til harðskapin, sigur ákærin verða, at Stig Tøfting vildi syngja ein sang saman við liðfeløgunum á danska landsliðinum, og tá hetta varð honum nokta, gekk Tøfting fullkomiliga frá sær sjálvum, og byrjaði at sláa til høgru og vinstru.

Danska revsilógin fyri grovan harðskap varð herd 6. juni, og tí kann Stig Tøfting vænta eina harða revsing, um hann verður funnin sekur. Sakarmálið er sett til 15. og 18. oktober í ár.