Av Gomlurætt við bussum til Sandavágs til har vit fingu drekka við øllum góðum afturvið í Meinigheitshúsinum. Síðan í kirkju, har Inga Poulsen Dam var prestur.
Aftan á kirkjugangin var fari inn aftur í kirkjuna, har deknurin, Heini, gav eina gjølla frágreiðing um kirkjunar sum hava verið í bygdini og um verandi kirkju, ið er ein av teim sjálvsamastu í landinum, og sera væl hildin.
Tá tað var gjørt, var fari á Hotelli har vit fingu ein góðan døgurða. Av Hotellinum býttu vit okkum sundur. Annar helmingurin av fólkunum fór á Krígssavnið meðan hin parturin fór til Gásadals.
Tá tey vóru afturkomin var umbýti aftur so báðir partar komu at síggja savnið. Á savninum var sera áhugavert og frásøgumaðurin, Karl Jóhan, fortaldi gjølla frá tí har er at síggja. Og tað er ikki smávegis ið har er inni.
Í bussinum til Gásadals høvdu vit eisini nærlagdan frásøgumann, Edvard í Skorini, tað skal hann eiga.
Øll tit ið vóru um okkum, og ikki at forgloyma konufólkini ið vartaðu upp við øllum møguligum góðum eiga stóra tøkk uppiborna fyri ein ógloymandi dag.