Spennandi er tað, at Øssur gevur út bók sum setur trúvirðið hjá Anfinni úr gildi.
Fólk eru uppøst. Er hetta satt, at okkara løgmaður hevur framt lógarbrot í sínum ungu døgum.
? Vit umbera, hann var so ungur, visti helst ikki, hvat hann gjørdi. Hann er so fittur, bollutur og álítandi.
Og so siga føroyingar, at teir ikki liva í eini bananrepublikk!
Tað er bara í Føroyum og øðrum líknandi londum, har lógarloysi ræður, at fólkið velur ein mann, sum hevur framt so álvarslig lógarbrot, at tann vanligi borgarin hevði komið í geglið fyri enn minni upphædd!
Øssur gevur út bók júst nú, hvar tað er meira enn torført at fáa fíggjarlógina til at hanga saman ? enn verri at gera ábøtur í nakað sum helst ? tí alt er slitið niður í bakka, bæði skúlar, postverk, sjúkrahús v.m.
Hvar var Øssur, tá tosað varð um, hvør skuldi siga ella hava talufrælsi í sjónvarpi, fjølmiðlum v.m.?
Mær kemur fyri, at hann situr djúpt í lummanum hjá sínum frelsara.
Hvør tað so er, kann eg bert gikla um, men Øssur trýr upp á tjóðveldið, sum onnur trúgva upp á Kristus.
Eg tími ikki at spyrja hendan nýggja mikrofonhaldaran, hvønn hann velur til næsta val, ella hvat hann fær í løn aftur fyri »bókina«.
Síðsti mikrofonhaldarin í bankagøluni gjørdist fólkahetja í Føroyum og varaløgmaður, so onkur avtala um heitan sess á tingi er helst orðað millum hesar maktsjúku »garpar«.
Fólkaflokkurin, sjálvstýrisfl. og tjóðveldisflokkurin hava spælt í sama sandkassa í samfull 6 ár, og teir hava nýtt tíðina til at blaka runubløk á andstøðuna, sum hava framt ágang á sandkassan, við at teir spyrja býtt, so sum: »hvør skal gjalda?«
Aftursvarið kom so síðsta ár, tá hesir flokkar blakaðu 365 mill. kr. aftur í høvdið á dønum við orðunum: »Vit vilja klára okkum sjálvi«!
Ein lítil høvuðsrokning sigur, at blokkurin bleiv skerdur við 1 mió. um dagin!
Allir hesir 4 flokkar (miðfl. slapp upp í sandkassan seinni) hava hugna sær dúgliga við uttanlandsferðum til USA, Ísland, Noreg og Danmark fyri at vísa andlit til útheimin. Eisini ferðaðust teir dúgliga í fíggindalandinum Danmark, sum teir elska at ferðast til.
Hvør hevur goldið? ? Tú gitti rætt, ? tað gjørdi tú! ? Tað var tí, tú ikki hevði ráð, heldur í ár, at fara at ferðast uttanlands. Kanska kunnu tit fara næsta ár, ella næsta. Tað veldst um, hvør ferðast fyrst, politikkararnir ella tú!
Hetta er tann fólkarepublikkin, tit hava longst eftir og trúð uppá í samfull 6 ár!
Hvat við at skifta trúgv?
Vel millum Kristus, Allah, Buddha ella antikrist o.m.a.
Nei, vit velja tað, sum vit kenna til! Er tað ikki Annfinn, sum øll hava vitað um, at hann framdi lógarbrot í síni tíð, so er eftir at velja Høgna, Høgna ella Pro Vita.
Tað er sum at velja ímillum pest ella kolera. Jenis av Rana, sum er lækni grøðir fólk við medisini til dagliga og á bønarmøtum grøðir hann við hondsálegging!
Mær vitandi var tað Jesus, sum gjørddi fólk á henda hátt.
Saman við Bill Justinussen hevur Jenis stovnað Miðfl., sum er at líkna við talibanveldi.
Teir fáa enntá 1 mió. av blokkinum, til at upplýsa ein óupplýstan skúlaungdóm um, at fosturtaka er dráp!
Ein fanatiskt religiøsur maður sum Thomas J. Askham er illur um, at danskir politikkarar blanda seg upp í, hvat føroyingar brúka blokkin til. ? Vælsignaði maður, blokkurin er oyramerktur til heilsu-, almanna- sjúkrahúsmál ? og ikki til Pro Vita!
Hvat danir brúka pening til, og hvønn teir stuðla, rakar ikki teg ? tí teir gjalda sjálvir!
Tá tit fáa 1 mió. til upplýsing, kemur henda sama upphædd at mangla á einum ørðum øki. Nei, gjaldið sjálvir!
Velja tit Pro Vita, vil eg vóna, at føroyskir menn kunnu gerast við barn ? men alt ber til í Føroyum, so hví ikki!
Vit neyðtaka allan Miðflokkin og siga við teir, at teir skulu elska hesi børnini, sum helst líkjast »pápanum«.
Hetta er at nýta sunt vit og skil! Sum at verða bumbaður aftur í tíðina.
Nú verður so aftur val tann 20. januar, og er hetta sum »ein gleðiboðskapur á jólum«.
Tað verður torført at finna eitt valevni í Føroyum, sum ikki er inhabilur einum ella øðrum føri. Mín bøn er tí, at tit kanna fortíðina hjá næsta løgmanni, tí hesin skal vera reinur sum kavi. Tað nyttar einki at sópa inn undir gólvteppið, tí sannleikin kemur altíð undan kavi fyrr ella seinni.
Maður ella kvinna í landsins hægsta starvi skal vera fyrimynd fyri ungdómin, ella trúgva tey bara, at alt ber til í Føroyum.
Høgni er inhabilur, tí hann er uppvaksin við hatri til alt danskt, hóast lunnarnir undir hansara virki vórðu lagdir í Danmark við útbúgving, so hann seinni kundi oyðileggja og mótarbeiða alt samstarv millum Føroyar og Danmark.
Gud viti, hvar hann hevur tað frá!
Gott val ? og veljið nú við skili.